Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið EB/Streymur – KÍ

Hanus Kjølbro

Ójavnur vindur í morgun.

Hetta er luft úr teimum baltisku londunum, sum fyrst er farin heilt suður til Italia, áðrenn hon kemur hendavegin til okkara.

Ættin er sunnan, og miðalvindferðin kring landið liggur um 15 m/s. Hendan ættin fer at vera restina av degnum í dag, men vindurin fer at minka eitt sindur.

Vit liggja undir einum hátrýsti – lufttrýstið er 1022 hPa. Tí er turt og klárt í morgun.

Eitt brúgvalag við regni er ávegis vestaneftir seinnapartin. Sum viðurskiftini eru í morgun, so fer at regna eitt sindur seint seinnapartin, men so ikki aftur fyrr enn næsta mikukvøld.  

Tá ið dystur klokkan 15 er í dag við Margáir ímillum EB/Streym og KÍ, er nakað av vindi sunnaneftir – t.e. tvørtur um vøllin niðaneftir. Vindferðin fer at liggja um 10-12 m/s. Eitt sindur ójavnur vindur í løtum, sum kann ávirka spælið onkra løtu.

Klárt og turt tá ið dysturin byrjar, men tað fer at draga samanum, og fram ímóti dystarenda kann onkur dropi detta niður.

Hitin fer at liggja um 9-11 stig.