Luftin melur varliga rundan um eitt veikt lágtrýst í dag. Lágtrýstið fer tvørtur um Føroyar seinnapartin, og tí fer ættin at broytast skjótt seinnapartin.
Men vindurin er ikki tann nógvi.
Tá ið dystur er seinnapartin á Tórsvølli ímillum Føroyar og Litava, er eitt lítið lot av eystri, sum út á dystin fer upp í norðan.
Vindferðin er lítil, undir 5 m/s. Skýggjað og grátt, møguliga okkurt ælið.
Hitin fer at liggja um 10-12 stig.




