Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið HB – KÍ

Hanus Kjølbro

Eitt sindur av vindi í kvøld. Køld luft, sum stavar frá leiðini við Svalbard, skundar sær ímóti Føroyum.

Tá ið dystur er á Tórsvølli í kvøld ímillum HB og KÍ, er ættin norðan, vindferðin um 15 m/s og yvirhøvur turt. 

Norðan er góð ætt í Gundadali. Hóast miðalvindferðin er um skrið, er væl spælandi – bæði á Tórsvølli og ovara vølli, siga vælvitandi keldur í Havn. Lotið fer diagonalt úr horninum niðan ímóti svimjihøllini og oman ímóti gamla HB-húsinum. 

Best er at sita á tí stóru tribununi við rygginum ímóti høllini á Nabb og at vera væl ílatin, tí tað er kalt at hyggja eftir fótbólti í kvøld. Hitin fer at liggju um 4-5 stig.