Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið KÍ – AB

Hanus Kjølbro

Byrjandi við veðrinum í Klaksvík higartil í dag, so hevur hann ligið av norði ella beint eystan fyri norðan. Vindferðin hevur ligið um 5 til 10 m/s, klárt og turt (sjálvandi). Hitin er um 11 stig.

Hetta til dysturin byrjar skal ikki roknast við nakrari broyting í veðrinum. Vit hava eitt sera støðugt hátrýst liggjandi yvir okkum.  

So, tá ið dystur er í kvøld á Djúpumýru millum KÍ og AB, fer tað at vera eitt lot av eysturhallari norðurætt – t.e. oman av Kjøli og eftir vøllinum horn úr horni niðan ímóti Bøgøtu. Vindferðin 5 til 10 m/s, klárt í erva og sjálvandi turt. Hitin fer at liggja um tey 10-11 stigini.

Hetta eru góð líkindi at spæla fótbólt, og veðrið fer ikki at órógva spælið – tó kanska sólarljósið, um spælari onkra løtu hyggur beint upp í sólina.

Góðan dyst – og KOYR Á KÍ.