Tað er eitt lítið lot av ymsum ættum í morgun, tað er skýggjað og yvirhøvur turt.
Hetta fer at broytast eitt sindur út á seinnapartin, tí eitt brúgvalag við regni ella ælaveðri er á veg sunnaneftir.
Tað fer fyrst at regna sunnanfjørðs, men so við og regnar eisini í Klaksvík. So er tað tað, nær tað er komið norður til okkara. Tað er ikki komið á radaran enn, so tað ber ikki til at fylgja tí og rokna seg norðureftir. Besta boðið er, at tað fer at æla eitt sindur um dystarbyrjan, og sum frá líður fer at regna.
So, tá ið dystur er í dag klokkan 15 á Djúpumýru millum KÍ og B36, fer tað hann at mala av ymsum ættum. Vindferðin fer valla upp um 5 m/s. Í erva er skýggjað, og við dystarbyrjan fer hann at hava hug at kennast úr sær. Sum líður á dystin fer at æla meir og meir. Hitin fer at liggja um 11-12 stig.
Veðrið fer neyvan at ávirka dystin nakað serligt, men tað er eitt hugskot hjá áskoðarum at lata seg væl í.
Góðan dyst – og KOYR Á KÍ.




