Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið KÍ – Bodø/Glimt

Hanus Kjølbro

Lítil vindur og grátt í morgun, og viðhvørt kennist tað úr honum. Tað er lýggj og slavin luft úr miðjum Norðuratlantshavi, sum rekur til Føroya.

Hetta veðrið fer at halda sær allan dag og í kvøld eisini.

Tá ið dysturin er í kvøld klokkan 18 á Djúpumýru ímillum KÍ og Bodø/Glimt, er vindferðin um 5 m/s av útnyrðingi norði. Vindurin fer ikki at ávirka dystin. Skýggjað og møguliga okkurt ælið. Hitin fer at liggja um 10 stig.