Nokkso gott veður í morgun. Eitt lítið lot av ymsum ættum, um 2 – 3 m/s. Loftið er hálvskýggjað, og sól sæst í støðum. Turt er kring landið, og tað er eitt sindur køli, um 9 til 10 stig.
Sum líður á dagin fer ættin at leggja seg millum eystan og landnyrðing, men loftið fer at vera sum nú í morgun.
Í kvøld, meðan dystur er á Djúpumýru í Klaksvík millum KÍ og Häcken, er eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, av eystri ella landnyrðingi – t.e. eftir vøllinum niðan ímóti Bøgøtu. Vindurin fer neyvan at hava nakra ávirkan á dystin yvirhøvur.
Loftið hálvklárt ella skýggjað og turt. Hitin fer at liggja um 9-10 stig.



