Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið KÍ – RFS

Hanus Kjølbro

Nakað væl betri veður í dag enn í gjár. Ættin í morgun hevur verið útsynningur-vestan; vindferðin hevur ligið um 5 – 10 m/s.

Út á seinnapartin fer ættin at flyta seg niður ímóti suðuri. Í kvøld er hon komin niður í sunnan ella vesturhallan sunnan. Vindurin í dag og í kvøld fer at vera meiri ella minni, sum hann hevur verið í morgun – t.e. um 5 til 10 m/s – tó eitt sindur ójavnur í løtum.

So er tað, hvussu tað er við sýni og avfalli. Tað hevur verið klárt í morgun við sólglottum kring landið, og soleiðis kann eisini væntast, at tað er seinnapartin.

Men eitt lítið regnøkið er á veg hendavegin vestaneftir. Veðurstovur kring okkum eru ikki heilt samdar, hvussu nógv ella lítið, tað fer at gera um seg. Men tað fer at draga samanum út á seinnapartin (blíva meiri skýggjað), og onkrir dropar fara helst at detta niður meðan dysturin er – serliga í Vágum og í Norðurstreymi. Kanska okkurt smávegis er eftir til Norðureysturoy og Norðoyggjar, men vónandi lítið ella einki.

Vit fáa at síggja.

Tá ið dystur er í kvøld klokkan 20 við Djúpumýru ímillum KÍ og RFS, eru 5 til 10 m/s av vesturhallum suðuri. Hetta er av Háfjalli og oman á vøllin.

Loftið fer at vera eitt bland av høgum og lágum skýggjum, og møguliga onkur ælingur er.

Hitin fer at liggja um 12 stig.