Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið KÍ – SJK

Hanus Kjølbro

Eftir framúr góða veðrið í gjár og fyrradagin hevur tað verið grátt og í løtum vátt í morgun. Eitt hátrýst er eystanfyri, og úr tí er eitt veikt luftrák eystaneftir, fyri tað mesta av landsynningi. Vindmátarar okkara siga frá 3 m/s ella minni.

Hetta fer ikki at broytast stórvegis seinnapartin í dag ella til í kvøld – hvørki ætt ella vindferð, og einki brúgvalag við regni er ávegis.

So, tá ið dystur er í kvøld klokkan 19.45 á Djúpumýru millum KÍ og SJK, er eitt lítið lot av ymsum ættum. Vindferðin neyvan upp um 5 m/s. Tað fer ikki at ávirka dystin nógv. Vit skulu ikki rokna við nøkrum avfalli, men skiftandi skýloft og kanska mjørki. Hitin fer at liggja um 13-14 stig.

So er bara eftir at ynskja okkum ein góðan dyst – og KOYR Á KÍ.