Stilt í Føroyum í dag. Vindmátarar hjá Veðurstovu Føroya og Landsverki siga frá vindferð upp í 4 m/s av eystri. Tað er ikki nógv. Hitin liggur um 8 stig, tað er yvirhøvur turt og skýggjað. Okkurt ælið er tó onkrasteðs.
Eitt lágtrýst yvir Norðurskotlandi dregur luft úr Norðsjónum hendaveg.
Eingin broyting sæst fara at verða í dag – hetta til dystin í kvøld.
Tí, tá ið dystur er í kvøld klokkan 1830 við Djúpumýru ímillum KÍ og Víking, fer tað at vera heilt hampuligt fótbóltslíkindi. Eitt lítið lot, minni enn 5 m/s, av eystri, skýggjað og yvirhøvur turt.
Hitin fer at liggja um 7-8 stig.




