Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið Skála – KÍ

Hanus Kjølbro

Tað er klárt í morgun, undantikið beint oman fyri fjøll. Sólglottar er kring alt landið, men tað fer at fækkast við teimum út á fyrrapartin; seinnapartin er drigið saman í erva. Skýggjað.

Eitt hitabrúgv við regni nærkast av útsynningi, og soleiðis sum tað sær út í morgun, so fer at dryppa einaferð í kvøld – helst eina løtu eftir dystarlok.

Tá ið dystur er í kvøld klokkan hálvgun 7 undir Mýruhjalla ímillum Skála og KÍ, er eitt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s. Hetta er inn eftir Skálafirði, t.v.s. inn eftir vøllinum. Liðini fáa sostatt ein hálvleik ímóti og undan vindinum, men vindferðin er ikki tann nógva og fer ikki at ávirka dystin stórvegis.

Skýggjað og helst turt, og hitin fer at liggja um tey 7 stigini.