Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið Víkingur – KÍ

Hanus Kjølbro

Tað er eitt lítið lot av útsynningi í dag, skýggjað og okkurt ælið her og har, sum onkur kanska hevði málborið seg. Hitalagið liggur nøkur stig omanfyri tey 10.

Hetta fer ikki at broytast seinnapartin ella tíðliga í kvøld – hvørki broyting í ætt ella vindferð, og einki brúgvalag við regni er ávegis. Teir dropar, sum detta niður í støðum, koma av fjøllum, sum tvinga luftina uppeftir, har hon kølnar o.s.fr.

So, tá ið dystur er í dag klokkan 19 í Sarpugerði millum Víking og KÍ, fer eitt lítið lot at koma um Múlan (fjallið oman fyri Gøtugjógv) og niðan eftir vøllinum. Hetta fer neyvan at ávirka dystin nakað serligt. Skýloftið er sum nú – tað sæst á myndini frá klokkan 17, sum er omanfyri. Tung skýggj um fjallatopparnar og kanska okkurt hissini ælið. Hitin fer at liggja um 11-13 stig.

Góðan dyst – og KOYR Á KÍ.