Tað var ein undirhaldandi fyrri hálvleikur í høllini á Hálsi, har Team Klaksvík legði seg klárt á odda fyrstu løtuna.
Tó vóru fleiri dómaraavgerðir viðvirkandi til, at luftin fór eitt sindur úr, og tá ið farast skuldi til hálvleiks, varð støðan 16-13 til Neistan.


