Leiðsla, leikarar og fjepparar hjá B36 kunnu nú anda lættan, tí hálvfinaludysturin við Stóra í Trongisvági mikudagin 13. juni er fluttur fram hálvanannan tíma
Vit hava Julius Vest Joensen í horninum og hann sigur at FSF nokk ikki hevði vænta at Suðringar høvdu møguleika at koma í finaluna, og tíski hevur FSF lagt dagin mikudag.
– Vit er samd um at dysturin skal leikast kl. 14.30, sigur Julius
Dysturin verður sostatt mitt í arbeiðstíð og hetta fer óivað at ganga útfyri áskoðaratalið.
– Okkara kassameistari má brúka sín døgverðasteðg at gera atgongumerkjasølu og annað klárt, sigur Julius at enda.




