Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Earth Hour í Klaksvík

klaksvik.fo

Fyri at varpa ljós á umhvørvið og veðurlagsbroytingar, fer kommunan at sløkkja øll gøtuljós í býnum leygardagin 28. mars frá kl. 20.30 til 21.30. Fyrstu ferð, at Klaksvíkar kommuna var við í hesum átakinum, var í 2013.

 

Earth Hour er eitt heimsfevnandi átak, har býir kring allan heimin sløkkja ljósini í ein tíma.

Endamálið við tiltakinum er at gera fólk kring heimin varug við veðurlagsbroytingar og umhvørvið. Øll eru vælkomin at stuðla átakinum við at sløkkja ljósið í ein tíma. 

Av praktiskum ávum verða tað gøtuljósini í Klaksvík, Árnafirði, Ánunum og á Norðoyri, sum verða sløkt.