Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

EB hevði munin

Oliver Joensen

Sum vantað, bleiv tað til ein javnan og spennandi dyst, tá Stjørnan og EB hittust í KÍ-Høllini í dag. Dysturin var ógvuliga avgeradi fyri, hvat av liðunum verður tað sætta liðið í endaspælinum. Eftir hálvleiksstøðuna 15-12 til EB, endaði dysturin við 26-23 sigri til gestirnar.                                                                                                      

Tað gekk javt á gjøgnum allan dystin, og sigurin kundi fara báðar vegir. Tað varð ein dyggur smeitur fyri Stjørnuna, at Durita Ljóstein Johansen, tá umleið 10 minuttir vóru eftir at leika, mátti av vøllinum við skaða. Annars var Tóra Eliasen aftur at síggja í stjørnuliðnum, eftir at hon hevur verið í barsil, síðani kappingin byrjaði. Tóra stóð seg væl, og gjørdist toppskjútti hjá Stjørnuni við 8 málum.                                                    

Eftir dystin í dag, er støðan millum Stjørnuna og EB tann, at EB nú er á sætta plássi við 9 stigum, meðan Stjørnan á sjeynda plássi her 8 stig. Trý umfør eru eftir at leika.

Málini hjá Stjørnuni gjørdu: Tóra Eliasen 8, Durita L. Johansen 6, Iulia Nalviko 4, Mina Sirdal 4, og Bergit Svarvadal 1