Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

EB/Streymur er ofta nær við móti KÍ

Jákup Ósá

Einki lið hevur so ofta verið so nær við at fingið stig móti KÍ síðstu tvey árini sum EB/Streymur.

Sunnudagin hevur KÍ heimadyst móti EB/Streymi. KÍ er stórfavorittur eins og KÍ hevur verið allar dystirnar móti EB/Dtreymi síðstu árini, har KÍ altíð hevur vunnið. Men síðstu tvey árini er tað ótrúligt, at EB/Streymur ongantíð hevur fingið stig móti KÍ.

 

2023: KÍ-EB/Streymur 1-0

2023: EB/Streymur-KÍ 0-2

2023: KÍ-EB/Streymur 3-2

Hesin síðstu dysturin lá mitt í øllum altjóða dystunum hjá KÍ og í heimligu kappingini brúkti KÍ ofta nógvar eykaleikarar og tað gjørdi, at dystirnir blivu nógv torførari enn frammanundan. Í hesum dystinum skoraði Jóannes K. Danielsen sigursmálið í 95. minutti sambært FaroeSoccer.

 

2024: EB/Streymur-KÍ 0-1

2024: EB/Streymur-KÍ 1-2

Í hesum dystinum fekk KÍ-leikarin Ahmed Latif reytt kort í fyrra hálvleiki. EB/Streymur kom á odda í seinna hálvleiki, men KÍ javnaði. Í 95. minutti skoraði Cedric Yambere sigursmálið fyri KÍ.

 

2024: KÍ-EB/Streymur 2-1

Í hesum dystinum skoraði KÍ sigursmálið í 97. minutti uppá eitt brotsspark, ið var skeivt dømt.

 

Sostatt hevur KÍ vunnið fimm av seks dystum við einum máli og tríggjar ferðir er sigursmálið komið í 95. minutti ella seinni.

Harleyfacadeacryl