Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Edmund Joensen fingið fleiri álitissessir  

Edmund Joensen

Í vikuskiftinum hevur danski Vinstra flokkurin hildið summarfund, har allir nevndarsessir skuldu avgerast og mannast.

Sambandsflokkurin hevur samstarvsavtalu við Vinstra, tískil var Edmund tilstaðar á summarfundinum har sessirnir vóru mannaðir. Á fundinum var avgjørt at Edmund Joensen gerst formaður í Føroyra nevndini og næstformaður í Arktisku delegatiónini. Eisini var avgjørt at hann gerst limur í Norðurlandaráðnum, sum hevur við sær at Føroyar nú fær eitt eyka umboð í Norðurlandaráðnum, umframt teir tveir sessirnir Løgtingið mannar.

 

Umframt hetta verður Edmund limur í Grønlands nevndini, og Udenrigspolitisk Nævn sum var avgjørt fyri tíð síðani.

 

Edmund Joensen