Í meiri enn hundrað ár hevur Effo veitt orku til húsarhald, vinnu, akfør og skip í Føroyum. Effo hevur nú stovnað nýtt felag í Danmark, ið skal veita oljuúrdráttir til skip, ið leggja leiðina framvið Norðurjyllandi.
Nýggja felagið, ið hevur heimstað í Hirtshals, er stovnað av Effo, men hevur eisini lokalar íleggjarar við sum eigarar.
”Effo hevur 100 ára royndir við oljuveitingum í Føroyum, og hevur eisini veitt tænastur til kundar uttanfyri Føroyar. Til tess at betra um hesa tænastu, hava vit nú stovnað nýtt felag í Danmark. Vit halda at tíðin er búgvin til at víðka um virksemi landafrøðiliga, og fara tí við spenningi undir hesa verkætlan í Danmark”, sigur Janus Thomsen, stjóri í Effo.
Effo hevur keypt tangabilar og goymslu- og kontórbygning til endamálið, og er arbeiðið longu byrjað.
”Felagið hevur verið væl móttikið, og vit hava longu veitt fleiri skipum olju og oljuúrdráttir”, leggur Janus Thomsen at enda afturat.
Felagið í Hirtshals er stovnað undir navninum Carl Jensen’s Marinelager. Hóast talan er um nýstovnað felag, er talan í vissan mun um framhald av virkseminum hjá fyritøkuni við sama navni, ið gavst við sínum virksemi á sumri 2020.
Carl Jensen’s Marinelager er ikki heilt ókent millum føroyingar, tí nógv føroysk sjófólk, sum hava vitjað í Hirtshals, kenna og hava vitjað fyritøkuna millum ár og dag.
Nøkur fakta um Effo:
- § Hevur sín upprunað frá Trappubrøðrunum, ið fingu umboð uppá D.D.P.A (Det Danske Petroleums Aktieselskab) í 1918.
- § Kom á føroyskar hendur tá felagið bleiv keypt frá Statoil í 2007. Sostatt eru tað føroyingar, ið eiga 100% av felagnum í dag.
- § Fekk navnið ”Effo” í 2009, ið sipar til heitið Føroya Orkufelag.
- § Virksemið hjá Effo fevnir um sølu av oljuúrdráttum til sethús, vinnu, skip og akfør, umframt at felagið eigur og rekur fleiri Effo støðir kring landið.
- § Harafturat eigur Effo 50% av Vindrøkt, ið framleiðir grøna orku svarandi til uml. 1.250 sethús hvønn dag.




