Klakkur, sum Líggjas Johannesen, Bethuel Johannesen og fleiri keyptu úr Noregi fyri nøkrum árum síðani fær nú navnaskifti til Jákup B.
Soljóðandi tíðindaskriv er sent til Norðlýsið.
P/F EFHO keypt frystilínuskip
Vit hava í dag keypt frystilínuskipið M/S KLAKKUR. Nýggja navni verður M/S JÁKUP B. Farið verður til fiskiskap fyrst í komandi árið. Helmar Lassen verður skipari. Ætlanin er at skipið skal hava 1½ manning at byrja við.



