Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eftirlit við bankunum

Martin Pauli Jacobsen

Okkum tørvar lóggávu, sum fyribyrgir ótálmaðar prísir av bankatænastum

Føroyum vanta eina bankalóggávu til at hava eftirlit við rentumarginalum og ómaksgjøldum hjá bankunum.

Við verandi lóggávu kunnu bankarnir gera sum teir vilja. Hví skulu teir sleppa tað?

Kappingarráðið í Føroyum hevur ongar lógarheimildir at regulera prísirnar á bankatænastum.

Sama er ikki galdandi innan fyri onnur økir.

Prísirnir á tænastum hjá t.d. telefyritøkum eru reguleraðar.

Í Europa brúkar man háttin LRAIC “Long-Run Average Incremental Cost” at áseta prísirnar á televørur. Kappingarráðið hevur lógarheimild til at regulera prísir á teletænastum.

Her vil eg samanlíkna prísin fyri eitt internet breiðband og tvey bankaproduktir.

Breiðband

Eitt breiðband frá Vodafone/FT kostar 6.000 kr. um árið, inclusive mvg.

Bankarenta

Eitt vanligt húsalán við 1. prioriteti kostar 3,1 %. Um lánið er uppá 1.000.000 kr., so tekur bankin sær 31.000 kr. sum vinning uppá lánið.

Ómaksgjald (gebyr)

Ómaksgjaldið fyri upprættan av einum láni er 3% ella maks 25.000 kr. Eitt lán uppá 1.000.000 kr. kostar sostatt 25.000 kr í stovningargjaldi.

Tað sæst, at breiðband í eitt ár er nógv bíligari enn eitt bankalán, hóast eg veit, at hesi produktir ikki kunnu beinleiðis samanberast.

Vit skulu tí arbeiða ímóti at innføra eina “LAIRAC” líknandi lóggávu, so vit fáa møguleikan við lóg at stýra prísin á bankatænastum. Hetta skal gerast í samstarvi við Danmark/EU.

Hetta vil eg arbeiða fyri.

Martin Pauli Jacobsen

Valevni Sambandsfloksins til løgtingsvalið