At uppliva býin, bygdirnar, framburðin, nærveruna frá fólki og smittandi viljan at fáa kommunu okkara at blomstra, birtir nakað innann í mær.
Bygdirnar hava óteljandi møguleikar, men hava sanniliga eisini avbjóðingar við ferðafólki, ferðasambandi, tænastum, grundstykkjum og øðrum, sum eg brenni fyri at arbeiða við.
Vit skulu aftur í fremstu røð!
Uttan eina sterka og greiða býarleiðslu, sum veit, hvat hon vil, og hevur visjónir fyri at menna Klaksvík og Norðoyggjar víðari inn í framtíðina, so kemur stagnatiónin á okkum, og tað er tað seinasta, okkum tørvar.
Sum næst størsti býur í landinum og miðdepil í einum lokalsamfelag, ið telur 10.000 fólk er Klaksvík einasta veruliga alternativið til høvuðsstaðin, og tí er tað so umráðandi, at vit ikki sova oman á farnum signingum, men støðugt stevna eftir nýggjum málum fyri lokalsamfelag okkara.
Í morgin er tín atkvøða avgerðandi fyri hvørja leið Klaksvíkar kommuna tekur næstu fýra árini.
Mín vón er, at tú við tínari atkvøðu, kanst geva mær tað álit, at vera við til at stýra og mennandi kommunu okkara næstu fýra árini.




