Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eg gúppaði Meinhardt í reyvina

Jóhann Lützen

Karl Marius Poulsen spældi á besta KÍ liðnum í 80’árunum og endaði sína yrkisleið við KÍ á toppinum við gullkrúnunum í 1991. Hann er kendur fyri sítt máltev og fekk eisini eyknevni Karl Málius. Vit eru farin á gátt í heimi hansara á Vágsheygnum, at frætta nærri um hansara fótbóltslív. Karl Marius er vælupplagdur og tað liggur framúr væl fyri at siga frá.

Hvar byrjaði tað heila við fótbóltsspælinum hjá tær?

– Nógvir dreingir vóru á Vágsheygnum og tá vóru børn í ikki barnagarði, so vit spældu nógv úti. Okkara plena var “runuplen” niðanfyri hjá Tamar Samson. Okkara lið kallaðist VB (vágsheyggja bóltfelag), kravið at vera við í VB var, at tú bleivst doyptur VB’ari. Farið var niðan til Arna Vask ella Hjørleif at keypa ein jollycola + eina hindber og tað bleiv stoytt yvir høvdi á tær. Dreingirnir vóru m.a. Kim Lind, Petur hjá Eli, Hans Petur hjá HavnaJógvan, Leif hjá Hjørleif, Jákup hjá Nødda, Heðin hjá Hjørleif og Palli hjá Jákup Klein, sigur Karl Marius

– Tað sum sermerkti okkum í VB var, at allaflestu av okkum royktu. Uppi á Nýggjaveg var annað felag kalla BÍF ( Borðoyavíkar ítróttarfelag) við m.a. hesum: Arnbjørn hjá Kamar, Jón Harald og Magnus Pauli Glerfoss. Uppi í Uppsølum var UB (Uppsala bóltfelag) við m.a.: John William, Sørin Bertholdsen og Jóan Magnus Johannesen. Skipað var fyri dystum millum hesi lið, avtala varð gjørd í skúlanum at spælast skuldi seinnapartin. Spælt var uppí 10 og málið var gjarna 2 steinar, minnist Karl Marius

Men hvussu byrjaði so karrieran í KÍ?

– Tá man fekk aldur, fór man at spæla við KÍ. Deildirnar tá vóru piltar, smádreingir, dreingir, unglingar og so vaksnu deildirnar. Hjá piltum og dreingjum vóru fleiri lið A-B-C og var eg so heppin, at eg spældi altíð við A-liðnum við so mætum venjarum sum John Sigurd, Per hjá Hans, Jógvan Andrias, Oddbjørn Joensen. Øll unglingaárini var Olvheðin Jacobsen mín venjari. Saman við honum vóru vit tvær Danmarkarferðir.  Eg var við at vinna FM í smádreingjadeildini og FM + steypakapping í unglingum, sigur Karl Marius

– Liðið hjá Olvheðin hevði ein heilt serligan status, faktiskt eitt sindur óheft av KÍ. Vit høvdu egnar blusur og ofta vóru vit bodnir heim til Olvheðin, har konan Alexandrina borðreiddi við kakao og bollum. Vit fingu fatan av at vera nakað serligt, minnist Karl Marius aftur á.
 
– Hvar áhugin til fótbólt stavar frá veit eg ikki ordiliga, men sjálvandi tá man veksur upp 25 m frá plenuni so hevur tað væl gjørt sítt til, at hugurin til fótbólt hevur verði stórur og at man var lættur ,kvikur og ikki at gloyma góðssintur og róligur, sum eru góðar dygdir at hava tá man spælir bólt, sigur Karl Marius við einum skálkasmíli.
 
Men hvussu hevur fótbólturin ment seg við árunum?

– Munurin á fótbólti fyrr og í dag er stórur. Fyrr vóru eingir pengar í fótbólt og man spældi einans av áhuga. Vit vandu 3 ferðir um vikuna og spældu dyst sunnudag. Venjingarnar vóru ikki so avanseraðar, sum tær eru í dag. Sum dømi so vandu vit konditión við at renna út til Oyrar, norð til tunnellina ella niðan Háls og so spældu vit uppá tvey mál fyri rest .Minnist væl til fyrstu ferð eg sá keylur á vøllinum og vit vandu eitt heilt kvøld uttan at spæla uppá tvey mál.Tað var einki stuttligt. Í dag gongur alt fyri seg á vøllinum og spæl uppá heilan vølll, sæst næstan ikki. Í dag verður nógv vant í fitness, tað nærmasta vit komu til fitness, var at renna við einum øðrum leikara hælakukk ella renna við sandsekki, heldur Karl Marius skemtiliga fyri.

– Og sjálvandi at tað bleiv spælt á grúsi og ikki sum í dag á grasi. At fara inn á ein nýsledaðan og kálkaðan vøll, sum Andras í Gerðinum hevði staði fyri, tá kendu vit okkum væl. Eisini vit leikarar gjørdu okkum klárar, vit smurdu lørini inn við kamférsalvu, so tey glitraðu í sólini, hosurnar uppundir knæ og ikki sum í dag hvar hosurna koma uppá hálvt lærið, sum minnir meir um Pippi Langstrømpe enn ein fótbóltspælara og ný svertaðar gaggur,  ja tá føldi man seg sum ein professionellan leikara, sigur Karl Marius.

– Ikki varð gingið so høgt uppí leikskipanir, 5-3-2 ella 4-4-2 mundi nokk vera tað sum bleiv mest brúkt og annars spæla sum frægast og royna at standa á beininum mest møguligt, tí ikki var tað tespiligt at detta á grúsi. Ofta hevði man stór sár á knøum og lørinum, minnist Karl Marius.
 
Tað munnu hava verið mangar minniligar hendingar?
 
– Vóru úti í Runavík og spældu í móti NSÌ, so sigur venjarin við meg, at tá vit hava hjørna, so skuldi eg fara inn til málmannin so hann ikki slapp út eftir bóltinum, tá svaraði eg, at tað fór ikki at verða so nemt, tí hann hevði sagt við meg fyri løtu síðani, at eg skuldi starta á beinkinum!

– Eina aðruferð spældu vit ímóti ÌF í Klaksvík, teir høvdu hjørna og eg stóð við fremru stong, har sum bólturin kom og júst sum eg skuldi sparka bóltin vekk bleiv eg koyrdur til viks av Meinardt Dalbúð, og tað fann eg meg sjálvandi ikki í, so eg gúppaði hann í reyvina aftur fyri. Tað haldi eg var væl klára, tí Meinardt er ein stórur maður, greiður Karl Marius skemtiliga frá.

– Spældu ein sunnudag í Klaksvík og var eg í tí støðu, at eg ikki kundi spæla næsta dystin tí eg skuldi av landinum,men tað var nú einaferð soleiðis, at eg hevði eitt gult kort hangandi, so tað hevði verið gott um eg fekk eitt gult kort aftrat, so eg hevði fingið leikbann komandi dyst, sum eg ikki kundi spæla allíkavæl. Men hvussu eg so royndi, so fekk eg ikki nakað kort henda dysti. Tá dysturin var liðugur fór eg inn í dómararúmið og spurdi dómaran um hann ikki kundi geva mær eitt gult kort og tað fekk eg, so glaður var eg. Hvør dómarin var skal eg ikki siga, men soleiðis fekk henda søgan sín ENDA!

– Vóru á venjingarlegu á Skála og høvdu etið sviskugreyt sum gav nógva luft í magan, tá fann Lassin uppá at frata uppá band (kassettuband) sum vit so spældu í bussinum, tá vit vóru til útidystir. Tað flentu vit nógv eftir. Ikki so seriøst, men ólukksáliga stuttligt, heldur Karl Marius fyri.

– Eisini var ein støða í einum dysti í Leirvík, har Bent sáli kom at bjarga einum máli á strikuni, men hvar dómarin dømdi straffi, tí Bent skuldi hava brúkt hendurnar. Í hesari støðuni og øðrum líknandi, vendi eg mær til dómaran og undirstrikaði mína meining. Tað var ikki væl móttikið og gav mær tí fleiri gul kort, minnist Karl Marius.

Tað var ein dystur í Gundadali móti B36 har tú gjørdi bart.

– Tú spyrt meg um dystin ímóti B36 í Havn sum vit vunnu, hvar eg var so heppin at skora øll fýra málini. Sjálvan dystin minnist eg ikki so nógv til, tað var fyrsti dystur í árinum og vit spældu í hvítum blusum og reyðum shortsi tí blusurnar hjá okkum ikki vóru klárar. Okkurt bleiv skrivað í fjølmiðlunum um dystin, meir enn tað haldi eg ikki var um tann dystin, sigur Karl Marius.
 
Men tú gavst tíðliga at spæla við KÍ

– Tað er rætt at eg gavst tíðliga at spæla. Spældi fyrstu ferð við besta liðnum hjá KÌ í 1986 ímóti HB í Havn við Olvheðin sum venjara og spældi mín seinasta dyst ímóti B36 í Havn í 1991 23 ára gamal, so 5 ár tað var tað, ið eg spældi á besta liðinum hjá KÌ. Hví eg ikki spældi meir enn tað kom rætt og slætt av tí, at eg tímdi ikki meira. Hugurin til venjing og at spæla var ikki til meira og so var bara eitt at gera, sigur Karl Marius.
 
At enda spyrja vit um dagsins KÍ lið

– Ja nógv er broytt ímillum ár og dag, frá 1986 og til nú. Ì dag síggja vit at KÌ hevur fingið fleiri útlenskar leikarar, sum ikki hava spælt saman fyrr og og hinir eru ungir leikarar, so tað verður ein avbjóðing fyri venjara og hansara toymi, at fáa alt samankoyrt. Men spennandi verður at síggja hvussu vit fara at klára tað í ár. Vit hava ligið í topp 4 seinastu árini og tað vænti eg eisini tað verður í ár. um vit náa fyrsta plássið? Tað verður kanska ikki so nemt, at røkka fyrst plássið, men tað er tað ongantíð. Nú fáa vit at síggja, koyr á KÍ, sigur Karl Marius at enda.

 

 

——————

 

Faktaboks:

Karl Marius Poulsen
Føddur: 30.03.68
Á besta liðnum hjá KÍ: 1986, 1987, 1988, 1989, 1990 og 1991
Pláss: Álopsleikari
Dystir í bestu deildini: 61 (58 fyri KÍ og 3 fyri B36)
Mál í bestu deildini: 24 (23 fyri KÍ og 1 fyri B36)
Dystir í steypakappingini: 8
Mál í steypakappingini: 5
Vunnin steyp: Løgmanssteypið í 1990 og FM í 1991