Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eg stilli upp fyri Tjóðveldisflokkin!

Christian Guttorm Mathisen

Samráðingar um Barentshavið mugu setast í gongd sum skjótast!

 

Míni hjartamál eru :

  • Fiskivinnan og fiskimaðurin sjálvur
  • Vælferð
  • Útisiglarar í frálandavinnuni
  • Skattaskipanin í Føroyum
  • Tey láløntu í samfelagnum Pensjonistarnir
  • Tey ungu
  • Matvørður
  • Almannaverkið

 

Fiskivinnan

Ein av stóru avbjóðingunum, sum stendur fyri durum, er Barentshavið. Her skal eg verða púra greiður um, hvat eg haldi:

Samráðingar um Barentshavið mugu setast í gongd sum skjótast!

Um nakrar avleiðingar stinga seg upp av hesum, mugu vit loysa tær aftaná. Hendan avtala við russar eigur sín stóra part í tí vælferð, vit hava í Føroyum í dag.

 

Onnur viðurskifti í fiskivinnuni

Tað er ikki neyðugt at broyta nakað, sum riggar og sum fólk og vinna eru nøgd við; tó eru fleiri ting í lógini um sjófeingi, sum ikki rigga og hesi kunnu vit fínjustera:

Veiðiloyvini skulu avtakast. Veiðiloyvi eru forðingin fyri, at nýggir aktørar kunnu byrja nakað nýtt. Við at avtaka veiðuloyvi kann einhvør fyritøka ella persónur útvega sær skip.

Broyting má gerast í lógini um, at alt skal førast til lands. Hetta, sum stendur í lógini um sjófeingi, kann ikki praktiserast í veruleikanum. Nógv virðisleys fiskasløg verða koyrd út hvønn einasta dag í føroyskum sjóøki og á fjarleiðum. Hesi sonevndu virðisleysu fiskasløg skulu skrásetast, sum at vera koyrd út aftur.

Fiskifør skulu sleppa at landa meiri uttanlands.
Útróðrarflotin skal eisini hava makrelstuðul, eins og aðrir bólkar í fiskivinnuni hava fingið.
Har skal vera meiri fokus uppá, at skaffa føroyingum fleiri og nýggjari veiðumøguleikar á fjarleiðum.
Landið skal lata nógv størri stuðil til royndarfiskiskap. Í dag setur landið 6 milliónir kr. av árliga til royndir, sum vit lættliga kundu latið 50 til 100 millionir kr. til.

Fiskimaðurin má ikki gloymast: tíðin er komin, at endurskoða skattalættan, sum teimum var lovaður og hvussu nógv onnur gjøld eru áløgd fiskimanninum.

Tjóðveldi hevur fyrr verið flokkurin hjá fiskimanninum og reiðaríum kring landið og tað kann hesin flokkurin blíva aftur!

 

Vælferð

Vælferð kostar og her má fáast meiri inn í landskassan á skilagóðan hátt.

 

Útisiglarar í frálandavinnuni

Útisiglarar, sum sigla undir DIS, NIS, NOR og fleiri, verða hart skattaðir, um teir átaka sær arbeiði í frítið. Hetta skal broytast, so at tað loysir seg at fáa sær frítíðararbeiði.

 

Skattaskipanin í Føroyum

Skattaskipanin skal endurskoðast. Tað skal loysa seg at arbeiða í Føroyum. Tey láløntu skulu gjalda minni í skatti.

 

Pensjonistarnir

Pensionistanir eiga at kunna átaka sær eitthvørt arbeiði, uttan at tað ávirkar fólkapensjónina. Pensjonistarnir skulu gjalda minni í skatti.

 

Tey ungu

Tey ungu skulu hava betri bústaðarmøðuleikar og betri lestrarmøðuleikar í Føroyum.

 

Matvørur

MVG skal avtakast á avísum matvørum. Hetta fer at hjálpa barnafamiljum, lágløntum og pensjonistum.

 

Almannaverkið

Almannaverkið skal endurskoðast. Viðgerðartíðin skal ganga skjótari.