– So má alt annað koma í aðru røð, sigur ítróttarskrivarin á Norðlýsinum undan lutakastinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í dag.
– So má alt annað koma í aðru røð, sigur ítróttarskrivarin á Norðlýsinum undan lutakastinum hjá føroyska fótbóltslandsliðnum í dag.
Kl. 16.00 í dag verður lutakast um, hvussu spælast skal í komandi HM undankapping í fótbólti hjá monnum. Føroyar eru í potti 4 og tað er ongantíð hent áður. Tað hevur tað ávirkan, at ímun til vanligt, so kunnu Føroyar fáa eitt lið úr potti 6, har tey veikastu liðini eru sambært styrkismetingini.
Styrkismetingin sær soleiðis út:
Pottur 1:Germany, Belgium, Netherlands, Portugal, Romania, England, Wales, Spain, Croatia
Pottur 2:Slovakia, Austria, Italy, Switzerland, Czech Republic, France, Iceland, Denmark, Bosnia and Herzegovina
Pottur 3:Ukraine, Scotland, Poland, Hungary, Sweden, Albania, Northern Ireland, Serbia, Greece
Pottur 4:Turkey, Slovenia, Israel, Republic of Ireland, Norway, Bulgaria, Faroe Islands, Montenegro, Estonia
Pottur 5:Cyprus, Latvia, Armenia, Finland, Belarus, FYR Macedonia, Azerbaijan, Lithuania, Moldova
Pottur 6:Kazakhstan, Luxembourg, Liechtenstein, Georgia, Malta, San Marino, Andorra
Ítróttarskrivarin á Norðlýsinum, Jákup Ósá, er sum nógv onnur sera spentur til lutakastið, ið verður seinnapartin.
– Eg vil bara hava Ongland. Sannlíkinda rokning eigur at gera møguleikan stóran nú, tí tað er eitt av fáu londunum, ið Føroyar ongantíð hava spælt ímóti. Tað hevði verið fantastiskt at fingið Ongland, men møguleikin er 11,11 %. Eftir mínum tykki er einki annað land, sum kemur uppá knøini av Onglandi, tá vit tosa um ynskismótstøðulið. Tað eru so ræðuliga nógv viðurskiftir, ið gera tað til tað optimala. Av hinum londunum, so er Danmark líka so greitt tað næst hægsta ynski, sigur Jákup Ósá undan lutakastinum.
Tað besta og tað ringasta
Niðanfyri metir Jákup um, hvat er tað besta og ringasta at fáa úr hvørjum potti.
Pottur 6
Tveir bólkar fáa ikki lið úr potti 6 í sín bólk. Og her er av størsta týdningi, at Føroyar fáa eitt land úr potti 6, tí har er góður møguleiki at vinna stig. Tó er munurin stórur á liðunum í hesum pottinum. Georgia er nógv sterkasta liðið. Kazakhstan vil eg ikki hava, tí tað liðið hava vit møtt fyri stuttari tíð síðani. Hini eru øll fín at møta. San Marino, Malta, Liechtenstein og Luxembourg eru øll áhugaverd, og tað haldi eg, at Andorra eisini er, tí teimum hava vit ongantíð møtt. Eg vil bara umganga serliga Georgia og so Kasakhstan í hesum pottinum.
Pottur 5
Hesi mótstøðuliðini eru ikki so áhugaverd. Eitt lið sum Azerbaijan kundi eg gott hugsað mær at møtt, tí á U21 støðinum tykjast Føroyar passa væl til hetta landið. Makedonia og Moldova tykjast vera sterkari, men við tað at Føroyar ongantíð hava møtt teimum, so haldi eg at tey eru áhugaverd á tann hátt. Eg vil hava Azerbaijan úr hesum pottinum vegna ítróttarligu møguleikarnar, men her er einki beinleiðis ynskismótstøðulið.
Pottur 3
Nú byrja pottarnir at blíva áhugaverdir, har tað eisini er stórur munur á, hvussu áhugaverd tey ymisku londini eru. Hóast Føroyar hava spælt ímóti teimum fyrr, so ynski eg mær eitt av Svøríki, Skotlandi ella Grikkalandi. Hini londini eru sterk og tey flestu passa illa til føroyska landsliðið. Eg haldi, at Grikkalands sigarnir fyrr í ár gera tað sera áhugavert at møta teimum aftur.
Pottur 2
Her er Danmark so klárt tað besta liðið at fáa. Eydnast ikki at fáa Ongland, so hevði Danmark verið ein góð troyst. Eins og við Onglandi, so eru so nógv viðurskiftir, ið høvdu gjørt tað so serligt at møtt Danmark. Ísland er mítt næsta ynski úr hesum pottinum. Frakland og Italia hava vit spælt ofta ímóti fyrr, men at fáa nógvar heimsstjørnur til Føroyar er altíð stuttligt, so eg gráti ikki um eitt av teimum kemur úr potti 2. Ítróttarligu møguleikarnir eru nærum eins avmarkaðir í hesum pottinum.
Pottur 1
Ongland er longu umrøtt og einki kemur í nærheitini av tí ynskinum. Men her eru onnur lið, sum eisini høvdu verið fín. Her verður hugsað um Spania, Holland, Portugal og Belgia. Tey londini eru full av kendum og góðum leikarum. Rumenia er nógv tað ringasta úr hesum pottinum og Kroatia er eisini eitt sindur keðiligt í mun til hini. Her er tí eini 78 % møguleiki at møta sera spennandi mótstøðuliði. Eins og í potti 2, so er avmarkað, hvussu ítróttarligu møguleikarnir eru móti øllum hesum londunum.
Ynskisbólkurin:
Ongland
Danmark
Grikkaland
Føroyar
Azerbaijan
San Marino
Marrubólkurin
Rumenia
Bosnia og Herzegovina
Ungarn
Føroyar
Hvítarussland
Georgia




