Børnini eru helst tey flestu farin til songar, ella um at fara. Í morgin skulu so eggini rullast ella kastast. Tá eg var ungur á Vágsheygnum, byrjaðu vit at rulla egg har sum Vágsheygjagøta gongur ígjøgnum í dag, niðanfyri hjá Alex Sólstein. Sum vit vuksu til fóru vit longur niðan, tí tað vóru bara grellini, ið vóru har niðri. Nei, vit fóru “heilt” niðan til Garðin. Grótgarðin, ið farvegurin enn sæst eftir omnfyri har Eyð Matras býr í dag. – Tá byrjaðu vit at kasta í staðin fyri at rulla.
Komnir “til mans” sum vit hildu tá vit vóru um 8-10 ára aldur, var farin heilt niðan á Fossar í Langubrekku ella Klavusarbrekku, sum vit nevndu brekkuna tá. Nú vóru vit so mansligir, at vit kastaðu eggini so langt vit orkaðu.
Sagt varð, at eggini gjørdust sterkari, um tú kókaði tey í kaffi. Um tað var sætt, skal støða ikki takast til her. Men tey flestu trúðu tí, tí flestu eggini vóru brún tá tey vóru brúkt í Klavusarbrekku. Tey hildu eisini til fleiri køst, um tey ikki komu á steinar ella fóru í onkra veit.
Hava tit hug at senda okkum eina mynd í dag, helst við eini stuttari søgu, so send til info@nordlysid.fo og vit leggja út her á heimasíðuna.
Nú er bert eftir at ynskja tykkum eini gleðiligar páskir og ikki minst ein stuttligan “rulla egg dag”. – Minnist tó til Korona og takið ávaringarnar í álvara.






