Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Egon Joensen verður stjóri í Búnaðargrunninum

Búnaðargrunnurin

Egon Joensen er settur sum stjóri í Búnaðargrunninum, eftir at Snorri á Bøgarði, sum fyri stuttum fekk starvið í boði, valdi ikki at taka við starvinum

Stýrið fyri Búnaðargrunnin hevur sett Egon Joensen sum nýggjan stjóri í grunninum frá 1. mai 2020.

Egon Joensen er 48 ár og  útbúgvin búskaparfrøðingur, cand.oecon. Hann kemur úr einum starvi sum fulltrúi í Fíggjarmálaráðnum, har hann hevur starvast seinastu sjey árini.

Egon Joensen tekur við stjórastarvinum, eftir at Snorri á Bøgarði, ið fyri trimum vikum síðani fekk starvið í boði, valdi ikki at taka við starvinum.

Stýrið fyri Búnaðargrunnin søkti eftir stjóra til grunnin, tá undanfarni stjórin Regin I. Jakobsen tók við sum stjóri í Vága Floghavn. 21 umsóknir komu til stjórastarvið í Búnaðargrunninum.

 

Harleywoodpaint