Eg eri samdur við Øssur Winthereig, tá hann í Rás2 segði at tað er neyðugt at vit fáa eina alternativa redaktión til Kringvarpið. Og skal einari nýggjari Public Servic støð verða lív lagað, er avgerandi neyðugt at staðsetingin er í Klaksvík.
Fyri kortum úttalaði kendi og nógv virdi sjournalisturin, Øssur Winthereig seg soleiðis til Rás2, í samband við at tingmaðurin í Fólkaflokkinum, Jógvan á Lakuni, legði fram uppskot á ting um at fáa tvær sjálvstøðugar tíðindadeildir í KVF:
– Eg taki undir við uppskotinum, tí eg var av fyrstan tíð ímóti at leggja tíðindadeildirnar saman, sigur Øssur Winthereig, tíðindamaður, sum heldur, at royndirnar av samlaða Kringvarpinum ikki hava verið tær bestu.
Eftir hansara tykki hava vit nú fingið ein mastodont í føroyska tíðindaheiminum, sum fyllir ein stóran part av teimum tíðindunum sum koma út.
– Eg haldi ikki, hetta er ein fyrimunur fyri fólkaræði. Uppskotið er eitt fet á rættari leið, men eg haldi ikki hetta er nóg mikið, sigur hann.
Hann skjýtur upp, at eitt útvarp verður sett á stovn afturat, sum fær ein part av kringvarpsgjaldinum. Hann vísir á, at útvarp er ikki so dýrt at gera og at føroyingar enn eru trúgvir útvarpslurtarar.
– Fyri mær er tað so umráðandi, at tað ikki bara er ein stórur mastodontur, sum situr á øllum, tí tá veksa øll hugskotini úr sama jørðildi, úr somu høvdum, innanfyri somu múrar, sigur hann.
Nýggi føroyski Public Servic stovnurin í Klaksvík
Eg eri samdur við omanfyri útsøgn, men skal einum slíkum stovni verða lív laga og skal hann virka óheftur av Kringvarpinum og netverkinum av miðlafólkum, mentunarmafiuni, og lokaláhugamálum í høvuðsstaðnum er neyðugt at nýggja varið verður stovnsett í Klaksvík.
Suðuroyggin er kanska eitt alternativ, men Runavík er ov stutt fra Havnini. Alt alment sum verður sett á stovn í Runavík hevur lindi til at enda í Havn. Politistøðin, Postverkið o.so. fr….
Vit í Klaksvík hava ikki einans havt manshjarta at tala Thorshavn ímóti, men søga vísir at vit eisini hava tora at sett vøddar aftanfyri orðini. Klaksvíkar Sjúkrahús, politistøðin o.so.fr…
Tá læknavaktin varð stovnsett misti alt Norðurøkið eina sera væl virkandi kommunulæknatænastu, har kommunulæknar í norðurøkinum vóru til arbeiðis og klárir at rykkja út alt samdøgri. At gamla skipanin hevði ov fáar kommunulæknar, var ein trupulleiki sum ongantíð bleiv loystur. Læknavaktin skuldi loysa hendan trupuleika, men tað gjørdi hon ikki tí støðan bleiv verri. Síðan kommunulæknavaktin varð sett á stovn er tað bert miðøkið sum hevur havt eina vælvirkandi tænastu har læknar hava koyrt út og veitt tænastu ella sjúklingar hava havt stutta leið til lækna, eftir kl. 16 yrkadagar. Restin av landinum hava øll verið noydd til at koyrt til Havnar uppá egið ansvar. Men hetta funnu vit okkum ikki í og læknavaktin er vunnin aftur og virkar nú út frá Klaksvíkar Sjúkrahúsið. Tó eru enn eingin tænasta við mobilari læknatænastu eftir arbeiðstíð – uttanfyri Havnina. Støðan við komunulæknum í Norðoyggjum er stabilisera fyribils, tí júst nú eru tríggir kommunulæknar aftur í fulltíðarstarvið, men tá Magnus er givin verður arbeiðstrýsti aftur ov stórt á hinar báðar læknarnar.
Tað sær út til at skal nøkur menning verða á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, so muga nýggir bollar í suppuna og fyrst eiga vit at fáa føðideildin aftur stovnsett á Klaksvíkar sjúkrahúsið, so vit sleppa undan at norðoyingar skulu seta síni børn til verðina undir ótryggum umstøðum har man kann eiga hvar sum helst – í myrkri á LS ella á landsvegnum millum Húkin og Hvítanes (Sjey tilburðir í sjey ár). At barnakonur ikki kunnu fáa góðu tænastuna, sum Klaksvíkar Sjúkrahús kann veita er sjálvsagt. Tað er eitt fullkomilig mótsøgn at stóra og gleðiliga hendingin í lívinum, tá eitt nýtt barn kemur í familjuna, einans kann verða í Havn. Sjálvandi eiga tey nærmastu eisini at hava møguleikan at verða hjástødd uttan at missa heilar arbeiðsdagar. Harafturat skal okkara góði sjúkrahússtjóri – sum alla sína tíð hevur stjórnað sjúkrahúsinum í Klaksvík, uttan at brúka meir enn játtað varð – sjálvandi verða fulla tíð í Klaksvík. At hesin skal liggja og ferðast millum fleiri landaøkir og funktiónir/sessar í sjúkrahúsverkinum gevur als onga meining. Eisini skal telefon linjan inn á politistøðina í Klaksvík verða latin upp aftur, so borgarar í norðurøkinum sleppa undan at ringja til Havnar at avgreiða síni ørindi á politistøðini í Klaksvík…….
Klaksvík
Her eru so nógv dømi at nevna og tí er eingin ivi um at skal ein nýggjur public servic miðil “Kringvarpsstøð” yvirliva sum sjalvstøðug eind, burtur úr sveruni í Sortudýki, so kann hon einans liggja í Klaksvik. Vágoyggin kundi verið eitt alternativ, tí teir hava staðið mannsterkir kring flogvøllin, hóast stóran ágang. Men svørt skýggj hómast nú á himni á vesturherðmótinum, tí sjálvur Vágaportalurin, strikaði flaggið í størstu hemmiligheit, kvetti akkersketuna og lat seg reka við streyminum til høvuðsstaðin.
Norðoyggjar eru í rúkandi menning, so enn er vón fyri frælsum monnum og kvinnum.



