Eitt átak, sum í ár verður krøkt í Virkið Vár, er ein kapping um vakrasta urtagarð í kommununi. Vinningurin er 10.000 kr.
Vinnarin verður funnin í august, tí er enn møguleiki at fara undir fyrireikandi arbeiðið, soleiðis at urtagarðurin stendur í besta blóma, tá avgerðin fellur.
Kunnað verður um kappingina aftur seinni í summar.




