Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein av størstu lortunum

Absalon í Buð

Fyrispurningur til Løgtings lim harra Paula Trond Petersen.

Sbr. Stýriskipan okkara prg. 38. Setti 2/5 av løgtinginum ein kanningarstjóra, ið skal hava frítt at arbeiða.

Og Løgtingið skal játtað tað, sum fíggjarliga krevst til, at arbeiðið verður avgreitt.

Tygum gjørdu greitt við 1. viðgerð av fíggjarligu umbønini, at tygum tóku ikki undir við hesi lógarfestu avgerð.

Í fíggjarnevndini har tygum eisini eru limur, boðað tygum eisini frá, at tygum taka ikki undir við hesi lógarkravdu avgerð

19/9 kemur áheitanin til 2. viðgerð. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni vísir: 30 atk.fyri 0 atk. bl. 0 atk. ímóti.

So er spuringurin : Harra Pauli Trond Petersen. Hví manglaði tín atkvøða????

Tordi tú ikki at møta — og atkvøða ímóti okkara stýrisskipan???? Um so er. So má ásannast, tú ert ein av størstu lortunum, ið hevur fingið atgongd til Føroya Løgting.

Vinarliga

Absalon í Buð