Fyrireikingarnar til Føroya Sjómannadag ganga væl. Í dag eru kørini til livandi fiskar, komin upp á pláss, nú resta bert fiskarnir. Vónandi verður undirtøka aftur í ár fyri at fáa fiskar í kørini.
Føroya Sjómannadagur hevur eisini verið á Selatræð í dag, eftir einum føroyskum báti, sum Óla Jákup Jacobsen, sáli, býráðslimur, uppfinnari og mangt annað, hevur átt einaferð í tíðini. Sagt verður um hendan bátin, at hann eisini hevur verið brúktur sum ferju um Vágna.
Kristian Zachariasen, hevur keypt bát og neyst á Selatræð, hann vildi bara sleppa av við bátin, sum sigst hava staði órørdur í neystinum í 50 tey seinastu árini.
Vit hildu hetta vera áhugavert og ætlanin er at sýna bátin fram á Føroya Sjómannadegi í ár og møguliga fáa fleiri upplýsingar um bátin.



































































