Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Ein framúr Útoyggjastevnudagur í Svínoy

Oliver Joensen

Svínoyingar og ættarfólk høvdu gjørt nógv burturúr Útoyggjastevnudagnum. Hóast tað ikki eydnaðist mær at vera við til sjálva setanina, so fekk eg fatur á setanarrøðuni hjá Hera J. Joensen, presti. Røðuna fara vit at leggja út her tá vit hava talgilt hana.

Men vit  vitjaðu nógvastaðni. Úti á Váli hjá Oddny hildu vit til. Í salinum vitjaðu vit og sóu gamlar filmupptøkur, í skúlanum vóru gerandismyndir at síggja, ikki minst var forvitnisligt at síggja gomlu skúlaborðini aftur, ið líktust nakað teimum í Klaksvíkar Skúla  tá eg fór í skúla í 1953, “blekkhúsið”,  sum vit nevndu glasið har blekkið var í til okkum at drepa pennin í tá skrivast skuldi var eisini har og annað mangt forvitnisligt.

Gamli handilin hjá Óla Hans var ikki minni áhugaverdur. Har var ymiskt at fáa til keyps, millum annað borðabátar, ymisk prýði, brúntsukur, ymiskt handarbeiði og so kundi eg ikki lata vera við at leggja til merkis gomlu vektina, petroleumspumpuna og oljulampunaog alt tað gamla, ið andaði av eini farnari tíð, ið tók meg aftur í míni barnaár.

Í Gamla Garði, ið helst er nýggjasti bygningurin í bygdini, keyptu vit okkum eina framúr góða máltíð til døgurða. Annars var søla fleiri staðni av ymiskum til matnað, eins og opið hús var í nógvum húsum, og tú bleiv alla tíðina boðin inn, antin til kaffi ella til størri máltíð. Blíðskapurin var óførur og minni enn so at vit rukku allar vitjanir, ið vit høvdu ætlanir um. Í mínari verð var hetta sum at fara 50 60 ár aftur í tíðina.

Ikki tíð, lat ongan iva vera um, at vit øll, sum vóru í Svínoy ídag livdu í nútíðini, tað bar bæði maturin, støði á tiltøkunum og væl fyriskipaða Útoyggjastevnan boð um.

Í kirkjuni greiddi Heri Joensen, prestur frá um søguna hjá kirkjuni og kirkjum í fornari tíð.

Jógvan Edmund á Geilini rópti okkum eisini inn. Har var skipað fyri útsølu í kjallaranum. Men tað sum Edmund var sera fegin um, vóru borðini, sum høvdu staði umborð á Másanum, tá Másin sigldi Svínoy-Fugloy. Hesi borðini hevði hann sett út um í góðveðrinum ídag, so tað var lag á manni, at keypa sær kaffi ella annað við góðum føroyskum viðskera afturvið, og seta seg til borðs við “salongborðini” á Másanum í sólskininum uttanfyri, og sum sæst á myndunum, so nýttu fleiri høvið,

Úti á Bø í Rasmussarlon vitjaðu vit eisini. Har var ein sera fyrikomandi Rasmus Olsen gav okkum gjølla frágreiðing um húsini og Árantsfjósið.

Vit valdu at fara inn aftur við Rituni um sekstíðina, men samstundis sum vit fóru, komu fleiri út í oynna, bæði við Rituni og Jósupi. Nógv var eftir á skrá tá vit fóru og sera nógv fólk var eftir í oynni. Tá eg sigi vit, so meini eg her við meg sjálvan og konu mína. Men Jóhann Lützen frá blaðnum er framhaldandi á Útoyggjastevnuni.

– Men aftur hesaferð dumpar Strandfaraskip Landsins so tað brakar í – løgið tey ikki skulu hava lært tað enn. Svínoyingar kendu seg illa kroystar av vánaliga strandferðslusambandinum í morgun.