Eg vil verða ein partur av einum býráði, sum raðfestir grøna, skynsama og fagurfrøðiliga býarplanlegging. Vit skylda okkara eftirkomarum, at politisku avgerðirnar verða tiknar við umhvørvinum í huga fram um løtuvinningi.
Eg vil arbeiða fyri, at kommunan í nógv størri mun raðfestir, at trø verða plantaði fram við almennu vegunum. Umframt at tað er vakurt og hugnaligt, so kunnu trøini virka sum ein nátúrlig tekja, ið skapar lívd og skjól fyri veðrinum. Um trø verða plantaði fram við Nólsoyarpálsgøtu og Klaksvíksvegnum, kunnu tey samstundis tálma bilferðsluferðini. Eg vil eisini arbeiða fyri eini gongubreyt fram við vágni og teimum fyrstu veruligu súkklubreytunum. Tí ein býur, har tað verður upplagt at velja beinini og bussin, verður eisini ein sunnari, tryggari, umhvørvisvinarligari og hugnaligari býur. Eg meti eisini, at tað ikki eigur at vera so langt ímillum bústaðin og vanligu tænasturnar so sum innkeyp, tískil eiga vit ikki at spjaða býin óneyðugt. Um vit í framtíðini byggja tættari, sum vit kenna aftur frá gomlu føroysku býlingunum, og hægri, sum vit kenna frá Nyhavnini og miðbýnum í Havn, vil tað skapa lívd og nýggj, heilsufremjandi atburðarmynstur.
Eg fari at taka viðlíkhald í størsta álvara og eisini virða bygningar, býarrúm og býlingar, sum hava verið har so leingi vit øll minnast. Hesir eru partur av okkara søgu og samleika og kunnu vera við til at skapa ein mentanarligan stoltleika og identifikatión.
Vit síggja í hesum døgum, at vestari armur av Borðoyarvík verður sprongdur til eitt omanfyri 20 túsund fermetra stórt vinnuøki, og enn einaferð verður avmarkaða vágin fylt út við gróti, til nýtt vinnuøki niðan fyri blikksmiðjuni. Eg veit, at vinnan í Klaksvík er av alstórum týdningi fyri lokala og landsfevnandi búskapin og harvið eisini lívsgrundarlagið hjá okkum, sum búgva her. Men tað hevur týdning, at vinnan er í samljóð við umhvørvið og trivnaðin hjá fólki. Tung ferðsla og arbeiðspláss, sum ikki eru prýðilig, umframt ljóð- ljós og luftdálkandi, kunnu verða við til at forða fyri tilflyting, ferðavinnu og trivnaði. Tað er tí ein alstór kommunal uppgáva at skipa vinnuliga virksemið soleiðis, at tað annaðhvørt verður skynsamt atskilt frá tí borgarliga lívinum ella tillagar seg, so vit kunnu liva lið um lið. Nýggj vinnuøkir skulu vera snøgg og vit skulu seta passalig krøv til útsjónd, órudd og dálking.
Grøn, skynsom og fagurfrøðilig býarplanlegging kann tryggja, at Klaksvíkin ikki bara verður eitt stað, har vit framleiða virðir og inntøkur, men eisini eitt stað við umhvørvisligari og mentannarligari attráttarmegi, har fólk stórtrívast í teirri frítíð.
Annika S. Biskopstø




