Eg var í mentanarhúsinum í Fuglafirði til fundin, sum snúði seg um fiskivinnunýskipanina. Lat meg siga beinan veg, at eg havi verið ímóti uppboðssøluni síðani eg hoyrdi um hana á fyrsta sinni. Orsøkin er, at eg havi rokna við at vit øll verða taparar í tí sambandinum.
Eg skiljið ikki hví eg og aðrir nú knappliga skulu fara avstað við kvotuni í Barentshavinum, sum tey reiðarí, sum hava troytt tey miðini, hava havt um hendir síðani kvota varð ásett har. Um tað verður gjørt, vænti eg ikki at kvotan verður betur røkt enn í dag.
Aftaná fundin í Fuglafirði ljóðar í miðlunum, sum um at Høgni Hoydal hevur fingið øll vinnulívs umboðini, sum vóru á til staðar, at halda at uppskotið er gott. Tað fekk eg als ikki burtur úr. Í mínari verið rósti ongin upskotinum. Teir vildu tó halda áfram undir tí lóg, sum til einhvørja tíð bleiv lýst á økinum. Tað er ikki tað sama, sum at halda at uppskotið er gott.
Høgni bleiv spurdur, hví hann ikki slepti uppboðssøluni, nú mótstøðan er so massiv. Hann svaraði at teir vunnu valið upp á uppboðssøluna. Men í valstríðnum var ikki tosað um 25%, men um 100%.
Samgonguflokkarnir uggaðu seg við, at onki var at vera bangin fyri, tí bert 25% fóru á uppboðssøluna í meðan gomlu reiðaríini fóru framhaldandi at eiga 75%.
Er ein ikki samdur við Høgna, so verður ein skírdur ósakligur, og at ein bara kemur við ræðusøgum. Tað verður helst eitthvørt slíkt svar ein fær, um nakað svar kemur yvirhøvur.
Eg ivist onga løtu í, at fær Høgni Hoydal fyrst eina samtykt í løgtinginum, sum sigur 25% á uppboðssølu, so er tað bert byrjanin, tí maðurin heldur fast um sína hugsan, vita eftir, hann helmar ikki í fyrr enn hann er komin upp á 100%.
Einaferð kom Høgni við tí, í Fuglafirði, at vinnan bleiv drenað fyri kapital av útlendingum. Men so bleiv hann spurdur, um hann hevði eitt konkret dømi um tað, men har kom bert eitt ullint svar.
Eg havi eisini hoyrt Høgna, Aksel, Pól og aðrar politikarar staði á tingsins røðarapalli og sagt at reiðarar bróta lógina við at tað er meira útlendskur kapitalur í vinnuni enn loyvt er. Einaferð spurdi eg teir á einum pallborðsfundi um hetta, men svar kom einki.
Haldi at politikarar skuldu gjørt eitthvørt munagott, um teir vita at slíkt gongur fyri seg, tí tað hava teir myndugleika til. Tað er lítið álitisvekjandi fyri teir, at rópa um slíkt fyri opnari mikrofon, og so tá til stykkis kemur, onki at gera við ólógligu støðuna.
Andor




