Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein ørstutt heilsan úr Rekjavík

Jógvan Purkhús

Tað vóru veruliga nakrir góðir og gleðiríkar dagar heima í Føroyum á stevnuni seinast í november. Soleiðis at hitta og práta við so mong, sum eg kenni, eins og at vitja mínar góðu ungdómsvinir, sum ikki eru so heilsubyrgir longur: janus Jacobsen, Knút Olsen og Hans Løkságarð.

Her yviri hevur alt sína vanligu gongd. Samfelagið í samkomuni ”Akurinn” í Kópavági er inniligt og gott. Eftir hvørt møti fáa vit ein kaffisopa við onkrum afturvið til eitt hugnaligt prát. Tann 15. Desember var boðið til jóladøgurða, har komu eini hálvthundrað fólk, og tað gleddi okkum.

Eisini fekk eg bókina ”Fólkini Úti á Bø”, ið Arnstein hevur latið úr hondum, við yvir aftur higar, og tað var ikki smávegis jólakonfekt.

Ein ordans bók. Og tað var sera áhugavert fyri meg at lesa, tá har var so mangt, sum eg ikki visti. Alt um bygdarlagnum Úti á Bø, og so at fáa skil upp á Kirkjubø eisini.

Tað er greitt, at har liggur eitt stórarbeiðið aftanfyri. Meiri enn mangur heldur. Sum sagt verður frá í fororðinum, so tók áhugin hjá høvundanum yvir. Ja, mann kemur at hugsa um lív og lagnu teirra, sum undan okkum hava gingið. Teirra trongu kor og avmarkaðu møguleikar, um órættin eisini og so víðari fram.

Tað søguliga klárnaði munandi fyri mær. Og so seta kvæðini, yrkingarnar og skaldskapurin ein serstakan og hugfarsligan dám á tað heila. Málið og stílurin geva bókini nógv.

Har eru nógvir sjáldsamir persónar, sum eg einki visti um og ti her komi at kenna. Og nógvar hendingar umframt stuttligar og syrgiligar søgur, sum geva so nógv.

Stílurin hjá Arnstein er eyðkendur, og ættargreiningarnar aftast í bókini eru upplýsandi um skiparar, siglandi fólk og lærdómsmenn í slektunum. Og, til skemtunar kann eg skoyta uppí: Ja, men – var tað ein stórbýur har Úti á Bø?

Tí so hvørt sum frá leið, fluttu so mong av bygdini, eitt nú til Onglands og Skotlands og førdu skip har. Tá kom eg at hugsa um langabba mín í Kunoy, Poul Nikláa, sum silgdi við ”Caprice”, meðan Jóhannes á Nesi hevði hana. Hann var eini 10 ár burturi og búði í Leith við familjuni. Hetta hevur verið um 1870.

So møguliga hava okkara forfedrar kenst, onkur av teimum.

Bestu heilsur hiðani

Jógvan Purkhús

Reykjavík