Tað var ein ovurfegin formaður og ikki frítt rørdur, Jóhann Lützen, ið takkaði nevnd, leikarum, kvinnum og monnum, áskoðarum og ikki minst fyrrverandi leikarum og undangongufólkum.
Mjølnir-Menn hava vunnið FM fyri sættu ferð á rað, og tað hevur einki mannsliðs klárað í flogbólti áður.
Tó vísti formaðurin á í røðu sínari, at kvinnurnar hjá Mjølni eiga metið í Føroyum, við heili 8 FM heitum á rað.
Formaðurin heiðraði eisini Marjun Kalsø, fyri ótrúliga arbeiðið hon hevur lagt í Mjølnir, og fyri enn eitt FM – hesaferð við 1. deild.
Mjølnir skal aftur spæla úti í Evropa næsta ár, og tað verður spennandi at gera hesa royndina aftur.
Eisini takkaði formaðurin John Syderbø, ið hevur verið venjari í ár, og sum hevur verið við til at tryggja teimum enn eitt meistaraheiti.
Mjølnir familjan møtti upp til tiltakið í kvøld, har høvi eisini var at heilsa upp á leikararnar.

















































