Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ein pro-aktiv kommuna, ikki ein re-aktiv!

Oddmar á Lakjuni

Tíðirnar broytast! Oyggja-samfelagið, sum vit kendu tað, knýtist alt meiri saman, og oyggjar, bygdir og kommunur blíva støðugt meiri samansettar eindir. Avbyrgdu oyggjarnar blíva til nakað, sum líkist alsamt meiri grannaløgum í býnum Føroyar. Fyrst við Norðoyatunnlinum, nú við Eysturoyartunnlinum verður Klaksvíkar Kommuna flutt enn tættari einum stórum fólkatali í miðstaðarøkinum. Hetta er ein veruleiki, sum vit pro-aktivt eiga at gagnnýta og ikki re-aktivt reagera tilvildarliga til. Vit eiga at vera framskygd við at framtíðarplanleggja, hvussu nýggja støðan kann koma okkum øllum til góðar.

 

Vinnuvøkstur

Tað er ógvuliga gleðiligt at síggja, at Klaksvíkar Kommuna umfatar ein so breiðan vinnugeira, har umframt nútímans tilvirkan av tilfeingi, verksmiðjur við specialiseraðum úrdrátti, byggifyritøkur, KT-veitingar, alskyns handverk og list, eru eisini hópin av øðrum fjølbroyttum smáum fyritøkum, har skapanarhugurin er sjálv drívmegin handan vinnuliga virksemið. Hesum eigur Klaksvíkar Kommuna at skapa enn størri fortreytir fyri, við at skapa bestu karmar fyri, at skapandi vinnurnar verða eitt enn størri vakstrardriv í kommununi, enn tær eru í dag. Hetta kemur borgaranum í kommununi til góða og er eisini við til, at fólk uttanfyri kommununa velja tænastur í Klaksvíkar Kommunu, nú enn ein farleið gerst styttri.

Viðvíkjandi okkara egnu staðbundnu megi, og hvat vinnulív í Klaksvíkar Kommunu megnar, eiga vit at hugsa meiri fjøltáttað og holistiskt um, hvussu lokalt, vinnuligt, mentanarligt og listarligt tilfeingi kann best ganga saman og koma til sín rætt okkum øllum til góða. Hvørja ferð ein almennur stovnur ella ein fyritøka velur eina lokala loysn ella keypir eina tænastu í Klaksvíkar Kommunu, ávirkar tað møguleikarnar fyri framhaldandi menning, vøkstri og trivnaði.

 

Fólkavøkstur

Heildarætlanin um “Fólkaflyting og fólkavøkstur” ger í hesum sambandi vart við, at flestu nýggju arbeiðsplássini og størsti vinnuvøksturin í framkomnum samfeløgum eru at finna í vitanartungum og skapandi vinnugreinum. Tí ætli eg mær at arbeiða fyri, at Klaksvíkar Kommuna ikki gerst ein eftirbátur í framtíðar Føroyum, men gerst ein eftirtraktað kommuna, har virkisfús fólk í øllum aldri og hópurin av okkara ungu evnaríku lesandi úr Norðoyggjum og Føroyum yvirhøvur, sum nema sær útbúgving bæði heima á klettunum og uttanlands innan ymsar vinnugreinar, velja at koma heimaftur at búseta seg í heimstaðnum eftir loknan lestur, so vit saman kunna føra Klaksvíkar Kommunu framá í øllum lutum.

 

Bústaðarmøguleikar

Við at skapa karmar fyri einum fjølbroyttum og tryggum inntøkugrundarlagi hjá okkara unga ættarliði, hjálpa vit teimum samstundis á leiðini at seta føtur undir egið borð. Tí ætli eg eisini at virka fyri, at framvegis verða fleiri grundstykkir útstykkjaði í Klaksvík og bygdunum og oyggjunum, ið hoyra til Klaksvíkar Kommunu, har talan er um bæði vanlig sethús og eisini fjølbroyttari bústaðarmøguleikum, ið umfata íbúðarbygging og leigubústaðir.

Samanumtikið ætli eg mær at arbeiða fyri, at Klaksvíkar Kommunu er ein pro-aktiv kommuna, við at hon altíð er eitt stig frammanfyri og er klár til dystin við at skapa bestu karmarnar, so vinnuvøkstur, nýggj arbeiðspláss og fólkavøkstur gerst ein veruleiki. Eg ætli mær at tryggja skapandi vinnum og vinnnufyritøkum yvirhøvur bestu menningarmøguleikar, soleiðis at tær kunnu vaksa um grundarlagið fyri vaksandi framleiðslu, viðvirka til búskaparligan framburð og trivnað, og samstundis menna lokalu mentanina og styrkja um norðoyinga samleika.

 

Oddmar á Lakjuni

Býráðsvalevni Fólkafloksins, hin. 10. November 2020