Tveir sera ymiskir hálvleikir í Baku í kvøld.
Í fyrra hálvleiki spældu Føroyar sera vánaligt, um einki skal ballast inn. Teknisk mistøk í hópatali eyðkendu føroyska liðið, har liðið einki megnaði við bóltinum. Og vánaliga avrikið var yvir alla linjuna. Aserbadjan skoraði tvey mál, har annað var sjálvmál, meðan hitt var eitt langskot. Aserbadjan var nærri 3-0 enn Føroyar vóru 2-1, men tað var tó ikki soleiðis, at Aserbadjan svam í málmøguleikum.
Reistu seg í seinna hálvleiki
Í hálvleikinum tók Lars Olsen, landsliðsvenjari, avleiðingarnar av vánaliga føroyska avrikinum í fyrra hálvleiki. Hann skifti bæði leikskipan og ein leikara. Skift bleiv frá 5-4-1 leikskipanini til eina 4-4-1-1 líknandi skipan. Føroyska avrikið bleiv nógv betri, og Føroyar vóru kanska betra liðið í seinna hálvleiki. Til tíðir við góðum spæli, har serliga Brandur H. Olsen var eyðsýndur. Tvær ferðir var nær við, meðan føroyska verjan helst Aserbadjan frá stórum málmøguleikum burtursæð frá síðsta minuttinum, tá Gunnar Nielsen hevði tvær góðar bjargingar. Kanska var ein orsøk fyri góða føroyska avrikinum í seinna hálvleikinum eisini, at Aserbadjan hevði eina 2-0 leiðslu og samstundis hevði eina bólkafinalu at hugsa um um tríggjar dagar. Í stuttum spældu Føroyar ein sera vánaligan fyrra hálvleik og ein góðkendan seinna hálvleik.
Týsdagin spæla Føroyar á Malta, har spælt verður um 3. plássið í bólkinum.


