Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Ein skjótingatúrur

Oliver Joensen

Heystsins tíð, menn ganga fjøllini, men á sjónum er eisini liv. Hetta er tíðin tá fiskurin aftur er at fáa við okkara strendur, og ikki minst tíðin tá væl ber til at hanga fisk upp at ræsa, sum sum vituligt er eisini verður gjørt við næstan alt seyðakjøtið eftir fletting.

Ataná 1. oktober ber eisini til at fara ein túr út at skjóta sær eitt kók av fugli, ja, um fuglur er við landið. Tað fóru vit báðir Ásmundur bróður og eg, mikudagin í farnu viku at royna. Í vikuni frammanundan høvdu vit verið við snøri sunnan fyri í harðasta streym og fingu sera nógv av stórum og góðum toski, eins og nógva hýsu, eini tvey trýhundrað pund mundi tað vera til samans. Men hóast vit róku langt hendan dagin, fram við oddunum sunnanfyri, úr Syðratanga við Skorina og langt yvir á Lorvíksfjørð, so sóu vit ikki ein einasta fugl tann dagin, so vit væntaðu ikki nógv, tá vit fóru úr neystinum, men roynast skuldi tað.

Mest vanligt er hjá okkum, slíkan dag, er at vit sigla út úr Víkini og halda kósini í ein landsynning líka til at í hvussu so er Fugloygin er komin undan Svínoynni. Jú komnir næstan út har vit ætlaðu, komu vit í fugl, fingu onkra áku og onkra lomvigu. Men langt var ímilum, so vit gjørdu av at halda longur eystur og norðureftir, tá byrjaðu vit at koma í onkrar lítlar flokkar, Soleiðis helt á allan vegin norður eftir. Við hvørt sóu vit fugl inn eftir og til aðrar tíðir á degnum sóu vit fugl uttan fyri okkum. Sigast má, at tað var væl av fugli at síggja. Vit hildu á heilt norður á opnan Fugloyarfjørð. Tað er langur teinur at fara við einu lítlum fýramannafari, men vit báðir njóta hesar túrarnar nær við vatnskorpuna har vit nærum eru eitt við sjógvin.

Hugurin er so sterkur, at tað kemur meira enn so fyri, at vit ikki unna okkum stundir at eta og drekka tað, konan hevur givið okkum við, so tað kemur meira enn so fyri, at matpakkin verður etin tá vit eru aftur í neystinum.

Hendan dagin fingu vit 54 fuglar, 20 álkur, 20 lomvigur og 14 lundar. Vit fóru úr neystinum um 9 tíðina á morgni og um 10 tíðina á kvøldi var alt roytt og neystið skimmað. 

Ein sera góður dagur á floti.