Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ein tíð sum hendan

Jóhannes M. Olsen

Vit liva í ein tíð, har tað henda stórar broytingar við rúkandi tempo og ferð. Núverðandi manning á Tinghúsvøllinum, tikist við sínum lógarsmíði, beinleiðis venda bakið til uppfatan og meiningar, sum onnur í mong harrans ár hava  funnið sum virðismikið, bæði fyri einstaka menniskja og samfelagið sum heild.

Í mong hundrað ár var kristna trúgvin dominerandi sjónarmið í vesturheiminum.Tað kann tykjast, eins og avkall er givið uppá hesa trúgv orsakað eitt ótal av hugmyndum um samfelagið og Gudstrúnna.  Avvarðandi andsstríði. Sum er ein kampur um sálir, hjørtuni,, og tjóðina gongur fyri seg á ymiskum leikvøllum, tíðin vit liva í sigist vera ein upplýsandi og leiðbeinandi tíðsaldur, tað mest ráðandi ferð fram í bløðum, radio, tv, sosialum og internet keldum o.ø. Tann gudleysa vinstrasíðan hevur haft og hevur, ein málrættan plan fyri tamarhaldi á mediuverðini og harvið ávirka  okkum og samfelagið við sínum sjónarmiðum mest møguligt. Hugsa sær at menniskjur við ávísari dagskrá, í bløðum og TV nærmast dominera media ár um ár, samfelagið sum heild verður ávirka av boðskapi teirra.

Ein fiskur veit ikki at hann er vátur. Hann livir í vatni kennir ikki til nakað annað. Soleiðis eigur tað at verað. Munurin er at fiskurin ikki framleiðir tað vatn hann livir í, men vit sjálv skapa tann kultur vit livað í. Hvat vit hugsa og háttin vit liva eftir, avger í stóran mun tankar og tann kultur vit tilhoyra, hann formar okkara uppfatan, tað kann vera brádligt ein missir úr eygsjón tær kreftir, sum formulera kulturin, og harvið ávirka tankar, meiningar, holdningar, og vanar okkara. Heilsustøðan hjá einum kulturi kann avlesast av kvinnu og manna livssjónamiðnum tey umboða, hvussuleiðis fatanin og virðismetingin er. At liva má sigast, at umgangast hubirtingar, regluskipanir, institutiónir, amfelagsskap o.v. Størsti tíðningurin av einum kulturi er, hvat hann definerar sum normalt. Kulturur byggir á grundreglu, sum oftast eru undir radaranum og útgerð teir undurstreymar, sum forma okkum, uttan vit sjálv eru klár yvir tað. Í dag eru tað undirstreymar, sum frátaka okkum tær mest umráðandi kvalitets grundreglur. Ein ide er sjaldan óskyldig, hevur oftast ein konsikvens, sum ávirkar hvat vit trúgva, og meina er gott og sýggja sum sannleika. Tað vit trúgva er sætt vil ávirka lív okkara og hvussu vit liva. Kulturur formidlast av menniskjum sum hava eina positión, har tey kunnu ávirka onnur. Tað hendir innan politik, undirhald og religión o.m.a. Stutt kann  sigast, at kristna søgan er fíra partar skapanin, syndafallið, frelsa og endurreísan. Ein kristin verðinsmynd er, at hava eitt bíbilskt sjónarmið uppá allar fíra partarnar, ikki øll eru samd í tíð, men royndir siga okkum, at  eitt gjøgnumumhugsa sjónarmið á lívsins mongu síðir er garantur fyri einum livið  og dugnaligari trúgv. Tað vil siga, at ung og eldrið  eiga at undirvísast í einari kristnari verðinsmynd. Tað vil geva eina sterka trúgv, sum er rótfest og grundfest.

  

Harleyfacadeacryl