Í gjár vóru vit tríggir á floti. Hans Hjalti, Ásmundur og Oliver. Tað snýnist at gerast longri ímillum túrarnar hjá okkum, men stak hugnaligt er at flóta saman við vinum.
Veðurforsagnirnar vóru góðar til mikudagin, men í okkara førum royndist dagurin ikki nakað serligt til veður.
Í trúgv uppá forsagnirnar frá Dmi, Theyr og Yr, egndu vit tríggjar kalvalínur týskvøldið og harafturat eina hýsulínu.
Kalva vistu vit um, tað er sum at vinna í lottarínum at fáa ein, so tað høvdu vit blandaðar vónir um. Sjálvandi spentir upp á kanska at fáa ein. Hýsulínina høvdu vit harafturímóti góðar vónir um. Útróðrarbátarnir tosa um 200 pund upp á stampin og meira, so har var bara spurningur um, um vit fóru at hava pláss fyri øllum fiskinum.
Mikumorgunin snimma skuldi so farast. Nógvur vindur hevði verið týdsagin og tá vit vóru á fótum snimma mikumorgunin, var frískur vindur. So aftur at kekka veðurforsagnirnar. Nú vóru tær broyttar til at vindurin skuldi ikki minka fyrr enn út á kvøldið.
Kyrrindi vóru um miðdagsleitið, so vit valdu at bíða sum longst. Men vit høvdu egnt og í sjógvin skuldu línurnar, so um 10 tíðina var fari hóast frískt lot var av vesturi.
Út eftir Borðoyarvík hittu vit eitt flot hjá alivinnuni, sum rak leyst. Ringdu sjálvandi til viðkomandi og søgdu frá, so teir tóku tað upp, helst vistu teir um flotið, tí alibátarnir arbeiddu við alibrúkið longuri inni á víkini.
Komnir um Skálanes, stevndu vit eystureftir undan ættini. Tosaðu alla tíðina um hvat vit skuldu gera, tí lotið var eitt sindur treiskt.
Eysturi á Syðratanga gjørdu vit av at seta. Út eftir Lisshøvda varð sett. Fyrst kalvalínan og so hýsulínan.
Onkrir bátar vóru at síggja har á leiðini, tó langt burturi.
Tá hýsulínan var sett, gjørdu vit av at kasta við snelluni. Jú, toskur í heinta.
Nú sá gott út, vit høvdu kastað við endaboyuna á hýsulínuni og vit brendu í hann at siga. Allir tríggir kendu beinan veg og tað helt á. Í útivið tveir tímar róku vit og fiskaðu alla tíðina, so tá vit høvdu fingið so nógv, hildu vit tað vera ráðiligt, at draga hýsulínuna, tí vit ætlaðu eisini at royna longur eysturi eftir hýsu.
So var gjørt. Men her fingu vit annað at síggja.
Dreggið kom á borið fyrstu húkarnir og onki á. Tað helt áfram. Hvørt tað einasta agnið kom aftur órørt, og tá vit høvdu drigið allan tann langa stampin við makrelagninum, høvdu vit bert fingið seks ella sjey fiskar á línuni og næstan øll øgnini aftur. Tað má eg siga, var sera skuffandi.
Men her ver onki at gera við tað. Vit fóru so longur eystur í Svínoyarhavi og kastaði við snellu og tráðu. Her var sama skilið, væl at fáa, men hýsu fingu vit næstan ikki, bert nakrar fáar smáar hýsur, men tosk faktiskt so nógv vit vildu.
Tá klokkan nærkaðist seks, valdu vit at leggja á kalvalínuna. Vit løgdu fyrst á innara endan, fingu dreggið upp, men so var fast. Gjørdu so av at fara á hin endan at draga, og tað gekk betur. Men vit høvdu bert drigið eina løtu, til tað stóð fast sum í berginum. Gjørdu tørn um stavnin og stimaðu línuna leysa. Tað máttu vit gera fleiri ferðir inn eftir, tí kom myrkur á okkum og harafturat vaks vindurin tá ættin fór upp í norðan, so klokkan nærkaðist níggju tá vit vóru aftur í neystinum.
Men sum so ofta fyrr, so fekk eg nakrar myndir, sum eg leggi út her niðanfyri. Uppi á eggini eysturi í Skor varnaðust vit at bóndin hevði sett eitthvørt upp. Tveir alibátar komu eisini framvið okkum. Brunnbáturin hjá Bakkafrost, ið er avmyndaður við Norðatanga, var sera tungur.
Menn vóru lúgvaðir av at draga trær tríggjar kalvalínurnar, sum vit høvdu sett. Á teimum fingu vit nakrar stórar toskar, so kalvalínan royndist betur enn hýsulínan.
Hóast troyttir, so valdu vit at reinsa áðrenn vit fóru at húsum. Klokkan var farin av tíggju tá vit góvust.
Men ein fínur túrur hjá trimum vinmonnum, balsam bæði fyri likam og sál, og ídag er frikadelluroykur í hvørjum húsi.


































































