2. hvítusunnudag um vikuskiftið funnu vit uppá at vitja á Slættanesi, undirritaði Ásmundur Joensen og Hans Hjalti Skaale. Ætlanin var ikki at ganga, men í staðin at fáa son Ásmundar, Rógva Joensen at seta okkum av Vestmanna og yvir á Slættanes í skjóttgangandi bátinum, sum feðgarnir eiga.
Skjótur túrur
Tað gjørdist tí ein skjótur, men ógloymandi túrur. Vit báðir Hans Hjalti fóru av Klaksvík um 18 tíðina og vit vóru aftur um midnáttarleitið.
Komnir á land á Slættanesi í øllum góðum, greiddi Ásmundur frá hvussu vandamikið Vestmannasund er. Fleiri vanlukkurnar hava verið í sundinum tey 30 40 árini hann hevur búleikast í Vestmanna. Eisini her við lendingina á Slættanesi, greiddi hann frá, at sjóvarfallið gekk dygst við lendingina og tí bar ikki til at hava bát liggjandi út fyri, uttan so at vakið eygað var hildið við honum. Sera streymhart er í Vestmannasundi. Tað er ikki uttan orsøk, at SEV hevur valt at gera royndir við sjóvarorku at vinna el burturúr.
70 fólk á Slættanesi
Nú eg nevni SEV, so hevur SEV helst verið orsøkin til at øskukalt bleiv á Slættanesi í 1963. Søgubøkurnar siga, at upp til 70 fólk hava búleikast á Slættanesi tá tey vóru flest.
Fyrsti maðurin, ið setti seg niður her var ein røktingarmaður úr Sandavági, ið dámdi so væl at røkja seyð her, at hann valdi at seta seg niður her.
Sandavágsmenn óðir
Men tað spældi sum verða man ikki av uttan svørðslag. Ludvig Petersen sigur í Sandavágs søgu at: “Sandavágsmonnum dámdi illa, at fólk kom á Slættanes at búgva, og teir stríddust ímóti tí so leingi, sum teir kundu, men Pløyen fúti kom Heindrikki (maðurin, ið vildi seta búgv á Slættanesi) til hjálpar so tað eydnaðist honum at sleppa norður..” – Sandavágs søga sigur, at so illur var ein av bóndunum, og so harðliga skeldaði hann sýslumannin, at hesin stevndi bóndanum fyri grov og hóttandi orð. Men orsakað av svari frá amtinum fall stevningin burtur.
Sev vildi ikki
Um hví tey fluttu av Slættanesi í 1963, skrivar Kristian Osvald Viderø millum annað í síni Saga um Slættanes: “Skipari bátsins, ungur vestmenningur, ger til at leggja at landi á Slættanesi og mælir av munni: “Nú syngur bygdin sítt síðsta ørindi. Landið hevur ikki ráð at hava hana liggjandi har yviri. Tað er ódýrari at flyta hana enn at veita henni ravmagn frá Vestmanna høvn.”
Línubátarnir
Hetta er um tað tíðina tá Klaksvíkar Kommuna fer upp í SEV felagsskapin. Helst hevur ikki bert elektrisitetið gjørt at ov trongt hevur kendst á Slættanesi. Fyrst í sekstiárunum er ein kollvelting innan fiskivinnuna. Tað er tíðin, tá stállínuskipini verða bygd í Noregi og í Føroyum til føroysk reiðaríir. Vit í Norðoyggjum kenna eisini til, at hetta er tíðin, tá familjur flyta av útoyggjum okkara og til Klaksvíkar.
Til skips alt árið
Fiskivinnan broytist hesa tíðina frá at vera virkin mest um várið, summarið og heystið, til eisini at vera virkin um veturin. Menn, sum fingu kjans umborð á nýggju línuskipunum máttu halda fast um kjansin umborð. Um summarhálvuna á saltfisk við Ísland, Grønland og á Flemish Cap og um veturin á ísfiskaveiðu við Føroyar og Ísland.
Slupptíðin har menn fóru burtur um várið og løgdust heima aftur um heystið fjaraði burtur.
Konan alt stríðið heima
Um tú vart búgvandi á Slættanesi og fekst ein kjans við einum línubáti, ja, so gjørdist konan nærum einsamøll alt árið við børnunum og skuldi røkja alt heima nærum einsamøll, tað varð sjálvandi stór byrða, um tú átti bæði kúgv og jørð.
Norður á vitan
Hesin 2. hvítusunnudagur vísti seg frá síni góðu síðu. Veðrið var sera gott og sólin stavaði. Eftir at hava kunna okkum eitt sindur um bygdina og hugt eftir fuglum, gekk leiðin norður ella vestur á vitan á Slættanesi. Hagani gjørdu vit av at ganga longur eystur, so mikið langt at vit kundu síggja eystur á Víkar, Barið og Nøvina. Sum sæst á myndunum, so var tað ein sera vøkur og viðrívandi mynd. Tokan dró um topparnar, imeða sólin bakaði norðanífra og eitt blíðligt lot kom uttan av havi.
Tá vit vóru mettir av at síggja alt hetta vakra, fóru vit oman ella suður um Nesið ímóti grøvini og fylgdu ánni har allan vegin aftur á Slættanes.
Aftur í bygdina
Oman við Grøvini var ymiskt at leggja til merkis. Eitt var, at Hans Hjalti kundi staðfesta at vit høvdu sæð 26 ymisk fuglasløg. Men eisini sást farvegurin eftir at fólk høvdu búleikast her. Ikki minst sást tað, sum líktist eini byrging um Ánna, kanska hevur ein mylla verið her, ella kanska var hetta bara fyri at fáa rennandi vatn í húsini. Onkur veit helst meira um tað at siga. Lagaður garður var langa leið fram við Grøvini, helst hevur Grøvin verið mark ímillum Slættanesfólkið og so Sandavágs menn.
Avskorin
Komnir aftur á støðna á Slættanesi kundu vit tríggir bara gera sera góðar og upplivandi eftirmetingar. Hagani var bert at sigla til Vestmanna og hjá okkum Hans Hjalta og mær, at koyra aftur til Klaksvíkar.
Hugarensl
Í hugaheimi mínum kundi eg ikki annað enn hugsað mær hvussu avskorin frá umheiminum fólkið á Slættanesi hevur verið, tá veðrið leikaði í á vetri. Hóast vit sóu farvegin eftir neystum við lendingina, so er lítið at ivast í, at tað hevur verið ótrúliga vandamikið at leggja á Vestmannasund við árabáti á vetrartíð, um eitthvørt var áfatt, sum kravdi skjóta hjálp, sjálvt um teinurin ikki er langur til Vestmanna. Streymur og veður eru ikki at spæla við í Vestmannasundi.
Einasti møguleikin var at ganga. Og gonguteinurin var langur, antin til Sandavágs, ella Gásadals og Sørvágs, ella til Vatnsoyrar og Miðvágs.
Og vit, til samanberingar, brúktu bert seks tímar úr Klaksvík til ein gongutúr, á Slættanesi og aftur til Klaksvíkar.











































































