Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Einar demokratiskar Føroyar?

John William Joensen

Í ólavsøkurøðu síni 2007 boðaði løgmaður Jóannes Ejdesgaard frá landsstýrisins vegna, at ein nýggj løgtingsvallóg skuldi samtykkjast av veljarunum á eini fólkaatkvøðu.

Nú 19. januar 2008 verður løgtingsval, og tað verður við eini vallóg, sum ikki er samtykt av Føroya fólki.

Demokratiskt undirskot
Hvussu kann tað koma fyri, at okkara landsstýri gevur okkum lyfti um at vit sjálvi skulu gera av, hvussu reglurnar fyri val skulu vera, og síðani gloymir alt um hetta?

Her er í hvussu er talan um demokratiskt undirskot so tað munar.

Fyri at skilja hetta mugu vit fara aftur til summarið 1946, tí tá høvdu vit fólkaatkvøðu í Føroyum.

Loysing Íslands
Líka síðani 1814 hevði danska stjórnin ikki rættiliga vitað, hvat ið gerast skuldi við Grønland, Ísland og Føroyar, teir partarnar av Noregs ríki, sum vóru liggjandi eftir undir norska kongsvaldinum, tá hinir partarnir av Noreg fóru saman við Svøríki.

Burtur úr hesum kom, at Ísland í 1918 gjørdist eitt sjálvstøðugt ríki sambært ein sáttmála millum Ísland og Danmark.

Danir ynskja føroyska loysing
Í 1930 bjóðaði danski forsætisráðharrin føroyingum, at Føroyar – eins og Ísland – kundu gerast eitt sjálvstøðugt ríki, um veljararnir samtyktu hetta á eini fólkaatkvøðu.

Tað var hetta tilboð, sum føroyingar tóku av í 1946. Avgerandi atkvøðugreiðslan fór fram í løgtinginum tann 10. mai 1946.

Løgtingið samtykkir loysing
Løgtingið var ikki samt í hesum máli. 23 tingmenn vóru, og fyri at fáa nakað samtykt, skuldi meirilutin av teimum (t. e. 12) atkvøða ja fyri hesum uppskoti, sum segði, at veljararnir í Føroyum kundu taka støðu til, hvørt teir vildu fáa eitt nakað økt sjálvstýri, ella hvørt teir heldur vildu hava loysing Danmarkar og Føroya millum.

Hetta uppskot varð samtykt við tí minst møguliga meiriluta, nevnliga við 12 atkvøðum.

Teir sum atkvøddu fyri vóru sambandsmenninir:

O. F. Joensen, Óli í Skúla, í Klaksvík, 1876 – 1964
Andrass Samuelsen, í Fuglafirði, 1873 – 1954
Johan M. Fr. Poulsen, á Strondum, 1890 – 1980
Hans Iversen, Hanus í Kollinum, í Kvívík, 1884 – 1984
Trygve Samuelsen, í Tórshavn, 1907 – 1985
Kristian Djurhuus, á Tvøroyri. 1895 – 1984

Eisini javnaðarmenninir atkvøddu fyri. Teir vóru:

Jacob Edvard Jacobsen, í Klaksvík, 1889 – 1947
Jákup Frederik Øregaard, í Gøtu 1906, – 1980
Jákup í Jákupsstovu, í Sørvági, 1922 – 1976
Jóan Petur Davidsen, á Sandi, 1890 – 1972
Petur Mohr Dam, á Tvøroyri, 1898 – 1968
William Smith, í Vági, 1910 – 1978

Hevði ein av hesum monnum ikki atkvøtt ja, so var eingin fólkaatkvøða hildin. Men teir samtyktu uppskotið. Hesir 12 menninir vóru sostatt teir veruligu loysingarmenninir í 1946, tí teir samtyktu ta fólkaatkvøðu um loysing, sum stjórnin vildi hava.

Fólkaatkvøðan varð hildið tann 14. september 1946. Av teimum, sum tóku støðu til spurningarnar, var tað ein meiriluti upp á 50,7%, sum tók undir við at Føroyar skuldu loysa frá Danmark. Hetta var eisini tað fyrsta, sum stjórnin boðaði frá fór at henda. Javnaðar- og sambandsmenn fingu greitt at vita, at hetta var ein lívsins realitetur, sum teir máttu liva við.

Teir og stjórnin høvdu jú spurt um fólksins vilja, og í einum demokratiskum samfelag er tað soleiðis, at verður eitt mál lagt til fólkaatkvøðu, so er tað meirilutin av teimum veljarum, sum taka støðu til spurningarnar, sum vinnur.

Hetta skal respekterast, og teir sum fyrst og fremst hava skyldu til at virða hesa grundreglu eru teir, sum hava lagt málið fyri fólkið. Í hesum føri var sostatt talan um stjórnina, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, sum skuldu seta tað av fólkinum samtykta úrslit í verk.

Stjórnin gerst ódemokratisk
Men tá nakrir fáir dagar vóru gingnir, skifti stjórnin støðu og segði, at eitt nývalt løgting kundi sleppa fáa eina aðra loysn í lag enn ta, sum samtykt var av fólkinum á demokratiskan hátt.

Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin máttu eisini lata sær hesi ódemokratisku harraboð lynda. Hervið komu teir í ta støðu, at teir komu at standa sum ódemokratiskir flokkar, og komu at vera við til at byggja upp eina skipan, sum var í beinleiðis andsøgn til ta fólkaatkvøðu, sum teir sjálvir høvdu samtykt í løgtinginum uttan hjálp frá andstøðuni.

Baksláttur av vantandi demokratii
Hesir flokkar hava eisini goldið ein høgan prís fyri at teir hava fylgt stjórnini. Eitt er tað, at eingi sum hava kærleika til demokrati, hava serligan hug til at stuðla flokkum, sum ganga ímóti øllum demokratiskum siðvenjum.

Tað hevur minkað um undirtøkuna, hesir flokkar annars høvdu kunnað fingið. Men av tí at teir samtyktu fólkaatkvøðuna í 1946 og síðani hava gingið stjórnina til handa í at royna at tyrva hana niður, hevur tað illa borið til hjá teimum at nýtt fólkaatkvøður sum partur av stýrisskipanini. Hetta rakti Sambandsflokkin í rúsdrekkamálinum.

Har fekk flokkurin tingið at samtykkja eina fólkaatkvøðu, sum feldi uppskotið um rúsdrekkasølu. Teir, sum vóru ímóti, kundu beinanvegin ugga seg við, at nú fór løgtingið helst at gera tað sama, sum Sambandsflokkurin gjørdi í 1946: samtykkja tað fólkið hevði vrakað, uttan at nýggj fólkaatkvøða varð hildin. Og so varð!

Sama hendi, nú javnaðarløgmaðurin skeyt upp, at fólkaatkvøða skuldi vera um løgtingsvallógina. Fólk søgdu: Skal løgtingið gera sum tað plagar, mugu tingmenn aftaná samtykkja tað, veljararnir á fólkaatkvøðuni siga seg ikki vilja hava!

Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin mugu standa við sína gerð
Fyri at vit skulu fáa nakað sum hevur ein farra av demokrati í okkara landi, er tí neyðugt at Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin ganga í seg sjálvar og taka við avleiðingunum av tí, teir samtyktu á Føroya løgtingi tann 10. mai 1946.

Teir noyðast at siga, at teir tá góvu veljarunum frælsi til at avgera, um Føroyar skuldu vera saman við Danmark ella ikki. Flokkarnir hildu, at tað var betri at vera saman við Danmark, men henda teirra áskoðan fekk ikki undirtøku frá veljarunum, og tí noyðast teir at seta tað í verk, sum veljararnir samtyktu. Hetta skuldi sjálvandi verið gjørt fyrr, men betri er seint enn aldrin.

Lætt hjá demokratiskum flokkum
Hetta er ikki so ringt sum tað sær út til.
Báðir flokkarnir siga seg vera demokratiskar. Teir halda tað tí vera rætt at veljararnir hava avgerðarrættin, og at tað tí er rætt at boyggja seg fyri tí, veljararnir hava samtykt. Hetta er sjálvandi eisini galdandi, um veljararnir atkvøða øðrvísi, enn floksleiðslurnar hava biðið teir um.

Hetta hava vit nógv dømi um í mongum londum. Tað kemur ikki fyri í nøkrum demokratiskum londum, at politikararnir fyrst leggja eitt mál til fólkaatkvøðu og síðan gera tað øvuta av tí, fólkið hevur samtykt.

Tað fer tí ikki at vera ringt hjá leiðslunum í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum at fáa undirtøku fyri at gera tað sum veljararnir samtyktu á tí fólkaatkvøðu, teir sjálvir fingu í lag í 1946, og fara undir at loysa Føroyar frá Danmark.

Hava vit ráð?
Tað slepst ikki undan at onkur fer at føra fram tað sjónarmið, at vit ikki hava ráð at gerast eitt sjálvstøðugt ríki. Men hetta sjónarmið var tugt og tanlað undir tí orðaskifti sum var fyri fólkaatkvøðuna í 1946.

Har varð víst á við góðum grundgevingum, at valdu vit loysing, so var deyðin í durunum. Ført varð fram, at varð loysingin samtykt, so fingu vit ongar ríkisveitingar, og skattirnir fóru heilt upp ígjøgnum. Tað er tí skeivt at siga, at fólk ikki vistu, hvat ið stóð upp á spæl, tá ið tey atkvøddu. Eisini tí má úrslitið takast til eftirtektar.

Serliga er vert at nevna, at sera lítið orðaskifti var um tað sum hendi fíggjarliga, tá Ísland gjørdist eitt sjálvstøðugt ríki í 1918. Tað skuldi annars verið upplagt at havt sum fordømi tá ein annar partur av tí gamla norska ríkinum skuldi farið burtur úr uniónini við Danmark.

Í tí sáttmála, sum í 1918 varð gjørdur millum Danmark og Ísland, var ein sera áhugaverd fíggjarlig uppgerð. Hildið varð, at tað var óhóskandi, at nakar kundi kasta Danmark fyri, at tað spardi pengar av tí at Ísland gjørdist sjálvstøðugt.

Hóast danir í átjanhundraðogsjútiárunum høvdu álagt íslendingum at yvirtaka mest sum allar útreiðslur hins almenna, so hingu nakrir snøklar eftir. Somuleiðis var hildið óhóskandi, at Ísland sum eitt sjálvstøðugt land fekk veitingar frá Danmark.

Loysnin á hesum vandamáli gjørdist, at partarnir samdust um at gera ein grunn, sum var so stórur, at renturnar av honum svaraðu til tær árligu útreiðslurnar, ríkiskassin higartil hevði havt av Íslandi. Hesin grunnur skuldi nýtast til gransking og universitetsútbúgving.

Íslendska fíggjarloysnin einasta møguliga fyri Danmark
Lítið man vera at ivast í, at koma Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin til samráðingar við donsku stjórnina um at seta ta loysing í verk, sum stjórnin gav okkum tilsøgn um í 1930 og aftur í 1946, og sum hon framvegis sigur at vit kunnu fáa, so fer tað at bera illa til hjá pørtunum at siga annað, enn sagt varð í 1918 við Ísland um hetta mál: Tað er ósømiligt, at tað kann sigast, at Danmark fær vinning á síni fíggjarlóg burtur úr at vit fáa demokrati.

Tí eigur hetta fordømið at verða nýtt, so settur verður á stovn ein grunnur, sum kann verða nýttur til føroyska gransking og universitetsútbúgvingar.

Hetta hevði verið ein góð loysn. Tað hevði verið av stórum týdningi fyri alla menning í Føroyum, at vit fingu eitt universitet, sum var væl fyri og kundi givið okkara uppvaksandi ættarliði møguleikar fyri at granska og at fáa tær hægst møguligu útbúgvingarnar. Tað hevði havt stórar avleiðingar fyri møguleikarnar fyri menning á øllum geirum samfelagsins.

Um so var at vit høvdu ein eins stóran part av ungdómi okkara á universiteti okkara sum í teimum londum, vit fegin vilja samanbera okkum við, so høvdu vit millum tvey- og trítúsund studentar. Eyðsæð er, at Føroyar tá høvdu verið eitt heilt annað land at búð í. Vit høvdu verið meir rótfest í okkara egnu mentan, og samstundis høvdu vit havt nógv meir samskifti við onnur lond, tí dugnaligir útlendingar komu higar at vera lærarar, og okkara bestu fólk fóru sum ein natúrligur partur av útbúgving síni at vera nakað uttanlands fyri at fáa tann førleika, sum kundi givið teimum góð størv her á landi.

Fyri at kunna finna út av, hvussu stórur ein slíkur grunnur hevði verið, má greiða fáast á, hvussu stórar árligu donsku veitingarnar til Føroyar eru. Her hava vit sjálvandi heildarveitingina, men tað eru eisini aðrar útreiðslur á donsku fíggjarlógini, sum hvørva tann dag Føroyar eru sjálvstøðugar. Ein av hesum er útreiðslan av at føroyingar hava tveir limir í danska fólkatinginum. Viðhvørt verður ført fram, at talan tilsamans er um einar 1000 milliónir krónur, men tað ber til at finna fram til nágreinligu upphæddina undir samráðingunum. Grunnurin, talan er um, skal vera so stórur, at rentan av honum svarar til árligu útreiðslurnar av Føroyum á donsku fíggjarlógini. Ein lítil milliard hevði munað væl til at givið okkum eitt universitet, sum kundi verið eitt av heimsins bestu. Fíggjarliga høvdu í hvussu er ongar forðingar verið.

Javnaðar- og Sambandsflokkurin kundu fingið hetta ígjøgnum, tí teir hava sera neyvt samstarv við teir donsku flokkar, sum hava eina mest ávirkan í donsku politisku skipanini. Tað teir gjørdu beint eftir at fólkaatkvøðan hevði verið í 1946, var at gera hesum donsku samstarvsflokkum sínum greitt, at tað var við lítlum huga, at teir fóru undir at gera tað, veljararnir høvdu samtykt, men at teir noyddust til tað, so sum valúrslitið var. Serliga greiður var P. M. Dam í so máta. Hesum viðvíkjandi er ikki nógv broytt.

Samgonga av øllum flokkum
Ein slík stór broyting hevði kravt eitt samstarv út um vanlig floksmørk í Føroyum. Tað rímiligasta hevði verið, at vit fingu eina samgongu, sum umframt Javnaðar- og Sambandsflokkin fevndi um allar hinar politisku flokkarnar. Hetta er tað vanliga í demokratiskum londum tá hart leikar á, og so hart sum hetta hevur ikki leikað á hjá okkum nakrantíð fyrr.

Eitt av tí, sum er munurin millum okkum og íslendingar fyri 1918 er, at íslendingar søgdu, at teir altíð høvdu verið eitt egið ríki. Danir róku hetta uppáhald aftur, men íslendingar hildu upp á sítt, og danir tímdu til endans ikki at kjakast meir við íslendingar og søgdu, at vildu teir byrja fyri seg sjálvar, so kundu teir bara gera tað. Tí fekk Ísland loysing í 1918.

Hvat við Grønlandi?
Vit hava ongantíð roknað okkum fyri at verið eitt egið ríki. Frá søgunar dimmalætting hava vit verið ein partur av Noregs ríki, og tað var ikki av okkara ávum, at vit komu frá hvørjum øðrum í 1814.

Tá var Ísland framvegis saman við okkum eins og Grønland, og støðan hjá hesum trimum landslutunum var tann sama: Vit vóru ein partur av einum ríki, sum í 1450 hevði gjørt ein samveldissáttmála við Danmarkar ríki, har ásett var, at tey innbornu í báðum ríkinum skuldu stýra sínum egnu viðurskiftum, men at Noreg og Danmark skuldu vera saman í kríggi og friði. Hesum ríkjasambandi skuldi tann felags kongurin standa á odda fyri.

Í sekstanhundraðogsekstiárunum samtyktu vit, at kongur skuldi hava meir vald enn fyrr, og helt hetta fram ta tíð vit framvegis vóru saman við Noreg.

Støðan eftir 1814 var tí tann, at vit vóru saman við Danmarkar ríki, og at sáttmálin, vit livdu undir, ásetti at vit sjálvi skuldu stýra okkara egnu viðurskiftum. Vit høvdu tó givið kongi ávísar heimildir at stýra.

Tað hevði danska fólkið eisini, men í 1848 tóku danir hesar heimildirnar aftur frá kongi, og fingu teir tá demokrati. Hetta demokrati rakk tó ikki til okkara, tí vit fingu einki felags lóggávuting sum kundi gera lógir fyri ríki okkara og viðgera undir hvørjum treytum vit skuldu vera saman við danska ríkinum. Tí var tað, at Ísland kundi fara burtur úr ríki okkara uttan at vit ella grønlendingar vórðu eftirspurdir.

Tá Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin saman við øllum hinum flokkum á Føroya løgtingi seta í verk úrslitið av tí fólkaatkvøðu, sum teir samtyktu í 1946, kemur upp spurningurin, hvussu støða Grønlands er í hesum sambandi.

Tað einasta, sum tá er at gera, er at landsstýri okkara tekur upp samráðingar við grønlendska landsstýri og spyr teir, um teir vilja loysa frá Danmarkar ríki eins og vit undir teimum treytum, íslendingarnir fingu, ella um teir vilja fara burtur úr okkara ríki. Vilja teir loysa frá okkum, er hetta ein avgerð, sum teir sjálvir skulu taka, og tað verður uttan fíggjarligt trýst frá donsku myndugleikunum, tí grønlendingum stendur í boði at fáa ein grunn, sum gevur eina rentu upp á einar tríggjar-fýra milliardir um árið.

Tað er greitt, at spurningurin um hvørt vit skulu loysa upp ríkjasambandið við Danmarkar ríki saman við Grønlandi, ella hvørt Grønland vil fara burtur úr ríki okkara, tá ið vit seta ta samtyktu loysingina frá Danmarkar ríki í verk, er tann fyrsti spurningur, sum nýggja landsstýrið má fáa greiðu á. Tá grønlendsku myndugleikarnir hava svarað okkum, kunnu samráðingar takast upp við donsku stjórnina.

Loysa grønlendingar frá okkum, er tað eitt sindur einfaldari at fara undir samráðingarnar við Danmark. Beinanvegin, loyst er, verður tjóðfundur valdur. Hann skal fáa til vega eina stjórnarskrá (grundlóg) og gera av hvussu stýrið í ríki okkara skal skipast.

Stevnuskráin má broytast tá veruleikin broytist
Men hvussu kann Sambandsflokkurin, sum í stevnu síni sigur, at hann skal hava samband við Danmark, ganga inn fyri at loysa frá Danmarkar ríki?

Vit mugu minnast til, at sum navnið sigur frá, so er Sambandsflokkurin ikki ein danskur flokkur. Hann vil varðveita tað samband við Danmarkar ríki, sum Noregs ríki fekk við Bjørgvinarsáttmálanum frá 29. august 1450, og sum vit framvegis liva í. Hesin sáttmáli ásetur sum kunnugt, at sambandið teirra millum er millum tveir javnbjóðis partar.

Í sjálvum navni floksins liggur tí, at hann ikki vil, at vit skulu halda uppat at vera sjálvstøðugir og skulu gerast ein partur av danska kongsríkinum.

Tá Sambandsflokkurin í 1930 og aftur í 1946 atkvøddi fyri at hava fólkaatkvøðu um hvørt vit skuldu vera saman við Danmark ella ikki, legði hann stevnuskrá sína undir fólksins dóm. Vildi Føroya fólk ikki hava tað tilknýti til Danmarkar, sum higartil hevði verið, mátti Sambandsflokkurin taka tað til eftirtektar og broyta sína stevnuskrá sambært hesum nýggja veruleika.

Tað var júst hetta sum hendi.
Tað hetta vil siga, er at sambandið sambært Bjørgvinarsáttmálan, sum higartil hevði verið millum Føroyar, umboðandi norska ríkið, og Danmark, datt burtur. Vit vóru ikki longur saman í kríggi og friði, eins lítið og vit høvdu sama kong.

Nýtt og øðrvísi samband
Sambandsflokkurin hevur tí alla orsøk til at endurnýggja stevnuskrá sína. Forna sambandið við Danmark er burturdottið við fólkaatkvøðuni í 1946, men í framtíðini er brúk fyri sambandi við Danmark eins og við so mong onnur lond. Hetta kann gerast við sáttmálum millum javnbjóðis partar, og teir kunnu fevna um mangt og hvat.

Í nútíðarsamfelagnum gerst samstarvið millum lond størri enn nakrantíð fyrr. Lond samstarva í tí heimumfevnandi felagsskapinum hjá teimum Sameindu Tjóðunum, tey hava hernaðarligt samstarv í NATO, og nógv lond í Europa hava tikið upp samstarv í ES.

Tá vit hava avgreitt okkara samtykt frá 1946, er tað eyðsæð at vit fara at taka støðu til hvat altjóða samstarv vit skulu taka lut í. Her fer Sambandsflokkurin sjálvandi at vera við til at virka fyri tí sambandi við onnur lond, sum hóskar tjóðini best.

Hendir tað, at vit onkuntíð í framtíðini koma til tað úrslit, at Føroya fólk í 1946 tók eina skeiva avgerð, og at vit aftur skulu taka upp forna sambandið við danska ríkið sambært Bjørgvinarsáttmálanum, so er tað okkara demokratiski rættur at royna at seta tað í verk. Men fyri at halda uppat at vera eitt sjálvstøðugt ríki mugu vit fyrst gerast tað, eins og vit á demokratiskan hátt samtyktu í 1946. Alt annað er ódemokratiskt.

Zakarias Wang