Einar’s Distillery er á marknaðinum við nýggjum vistfrøðiligum vodka
Frá Einar’s Distillery siga tey soleiðis um teirra nýggja Organic Vodka:
Á Einar´s Distillery stremba vit eftir at framleiða vørur í heimsflokki. Eftirspurningurin eftir vistfrøðiligum vørum økist, og nú eru vit á marknaðinum við forkunnugum vistfrøðiligum vodka.
Vistfrøðiligt “Small Batch” Vodka, ið er framleitt við bestu rávørum á marknaðinum til vodka. Hetta er hondgjørd føroysk stuttflutt framleiðsla við føroyskum vatni og serstakliga reinum smakki. Organic Vodka hóskar seg væl sum snapsur afturvið ymiskum mati. Organic Vodka er eisini sera væl egnað til ymiskar kokkteylar.
Organic Vodka fæst til keyps í rúsuni og í Duty Free á flogvøllinum




