Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin dystur í annaðkvøld

John William Joensen

Høgni í Stórustovu, formaður í kappingarnevndini sigur at orðsaka av at kappingarnevndin á fundi mikudagin fer at viðgera klæðuna frá VB/Sumba er dysturin á Mølini útsettur.

– Vit hava fingið at vita frá ítróttardómstólinum at teir fara á fund kl. 17 í morgin at viðgera kæruna frá VB/Sumba.
– Tískil verður eingin dystur á Mølini í annaðkvøld og í løtuni er óvist nær kappingin um løgmanssteypið verður uppafturtikið.
– Kappingin er nú so smátt farin at nærkast avgerandi umførunum og tað verður tí truplari at finna pláss til steypadystirnar, sigur formaðurin í kappingarnevndini, Høgni í Stórustovu við Norðlýsið.

——

(Red. Vit hava allan dagin roynt at fingið fatur á forkvinnuni fyri ítróttardómstólin, men hetta hevur ikki eydnast okkum.)

Harleywoodpaint