Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eingin flytir inn í ár

John William Joensen

Andras Róin stjóri í Bústaðir váttar, at enn er ikki komið á mál viðvíkjandi íbúðarbyggingini niðri á Biskupstorginum og hann væntar ikki at klárt verður at flyta inn í 2018.

Andras Róin sigur at teir vænta at kunnu vísa fólki íbúðirnar áðrenn árslok, men tað verður ikki klárt at flyta inn fyrr enn í 2019.
 
M.a. skal gerast eitt fyribils parkeringsøki út á grótfyllingini millum íbúðirnar og vágna.
 
Í dag standa arbeiðsskúrar hjá arbeiðstakarum í hesum økinum, og tí skal økið ruddast áðrenn farast kann undir at gera parkeringsøki.