Vindurin fer at kom úr ættunum ímillum útsynning og landsynning næstu 5 dagarnar. Skiftandi vindferð, og ikki so fá brúgvaløg; hitin fer at vera nokkso støðugur.
Mynstrið í veðrinum í løtuni er, at lágtrýstini ferðast av leiðunum við Ný Funnland og norður um Ísland. Har doyggja tey so út.
Í Føroyum føla vit so eystara part av lágtrýstunum. Tað er har, at brúgvaløgini við regni vanliga eru.
Í dag eru útsynningur (pluss/minus eitt sindur) og kuldabrúgv við regni, tí lágtrýstið er statt nakað norðan fyri Ísland. Tað er farið í seina útdoyggingarfasu. Ættin broytist tí í morgin niður ímóti suðuri, og vindurin minkar. Tað er fyri tað mest turt í morgin.
Mánadagin nærkast næsta lágtrýstið. Ættin fer eystur um sunnan seinnapartin; um kvøldið fer aftur niður ímóti suðuri. Brúgvaløgini við regni koma til okkara seinnapartin mánadag og mánakvøld.
Tað verður eisini suðurætt týsdagin. Fleiri brúgva fara ætlandi at koma yvir okkum tann dagin.
Mikudagin er turrari veður við suðurætt. Lágtrýstið er ætlandi farið norðurum.
…og so – surprise-surprise – er tað næsta á veg, og søgan endurtekur seg….
Framhaldandi gott vikuskifti!




