Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eingin kappróður í 2020

Jákup Ósá

Nú er greitt, at eingin kappróður verður í 2020.

Róðrarsamband Føroya hevur í kvøld sent feløgunum skriv um, at eingin FM-kappróður verður í 2020. Tað veit Norðlýsið frá góðum keldum.

Kappróðrarfeløgini taka undir við avgerðini stendur í kunningini. Avgerðin er tikin eftir, at Koronaráðgevingin ikki metir tað vera møguligt at rógva kapp á tryggan hátt útfrá einum heilsufrøðiligum sjónarmiði í koronatíðini. M.a. verður sagt, at fjarstøðan millum bekkirnar er ov stutt og andingin hjá rógvarunum av góðum grundum stór og kraftmikil.