Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Eisini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi ynskja starvsfólk Jóanes Erik aftur í starvið

Jóhann Lützen

Starvsfólk á KS vilja neyvan standa fram alment, men øll tey, sum Norðlýsið hevur samskift við, siga seg ynskja Jóanes Erik Køtlum aftur í stólin at sita, fyri at halda fram við tí arbeiði sum júst er lagt á skinnarar saman við smærru sjúkrahúsunum. Og Jákup Mikkelsen, løgtingslimur úr Norðoyggjum, er alt annað enn nøgdur við ta sera óhepnu handfaring, sum okkara sjúkrahúsverk fær av landsstýrinum og Heilsumálaráðnum: – Eg vil mæla til, at vit á Føroya Løgtingi taka hetta málið upp til álvarsama viðgerð, tí her er nakað grundleggjandi galið, sigur løgtingsmaðurin.

Í januar mánað boðaði Heri Ellingsgaard frá, at hann ynskti at fara frá sum stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi (KS) eftir 35 ár í starvinum, men enn hevur Heilsumálaráðið ikki lýst eftir nýggjum stjóra fyri hann, og nú forstjórin fyri alt sjúkrahúsverkið kendi seg noyddan at siga upp í úrtíð vegna ónøktandi samskifti við Heilsumálaráðið, er støðan á KS blivin enn meira ótrygg.

Jákup Mikkelsen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, atkvøddi ímóti, at KS misti sína sjálvstøðugu leiðslu og varð lagt undir stjóran á LS, og síðani tá hava fólk í Klaksvík og Norðoyggjum sum heild kend seg ótrygg við viðurskiftini og leiðslustrukturin, tí eingin ordiliga veit, hvar veruliga valdið yvir KS sum heild liggur.

– Støðan gjørdist ikki betri í januar mánað, tá Heri Ellingsgaard, eftir 35 ár sum stjóri á KS, boðaði landsstýriskvinnuni frá, at hann ynskti at verða loystur úr starvi, sigur Jákup Mikkelsen, sum hevur sett Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, ein § 52-fyrispurning, tí tað gongur alt ov seint at seta stjóra á KS at taka við eftir Hera Ellingsgaard.

– Har bíði eg í løtuni eftir, at landsstýriskvinnan ger nakað við hetta.

– Tá skaðin var hendur, at KS varð lagt undir stjóran á LS, var umráðandi, at ein góður stjóri varð settur fyri alt sjúkrahúsverkið, sum ikki bara raðfesti LS, men eisini tey bæði smærru sjúkrahúsini, og tí havi eg sum løgtingslimur fylgt hesum viðurskiftum tætt, síðani nýggi stjórin, Jóanes Erik Køtlum, byrjaði í starvinum, sigur Jákup Mikkelsen.

– Sum løgtingslimur havi eg einki við almennar starvssetanir at gera, men hinvegin hava vit á Føroya Løgtingi eftirlit við løgmanni og landsstýrinum, og tá eitt aðalráð sær út til at vera atvoldin til, at ein nýggjur og væl virkandi toppstjóri kennir seg noyddan at fara úr starvi sínum eftir bert 14 mánaðir í starvi, so má eg sum løgtingslimur tala at og fylgja málið enn tættari enn higartil.

 

Jóanes Erik sera væl lýddur á KS

Seinastu dagarnar hevur Norðlýsið frætt frá fleiri fólkum í og kring KS, og teirra boðskapur er ikki til at misskilja. Tey eru fleiri á KS, sum ynskja at eitt ljóð eisini skal koma frá KS um hesa óvæntaðu uppsøgn frá forstjóranum.

Tá ein tepur meiriluti á Føroya Løgtingi gjørdi av at leggja øll trý sjúkrahúsini undir eina leiðslu, smakkaði tað ikki væl hjá teimum á KS, og fyri tey hevði tað tí sera nógv at siga, hvør bleiv forstjóri.

Starvsfólk á KS dylja ikki fyri, at tá Jóanes Erik Køtlum bleiv forstjóri, settu tey sítt álit á hann, av tí at hann av sínum royndum frá sjúkrahúsverkinum í Grønlandi hevði eina vitan sum fáur. Har sá hann virði í, at øll arbeiddu saman, og at tað var týdningarmikið, at allar góðar kreftir vóru nýttar optimalt.

Orðini, sum starvsfólk á KS brúka til at lýsa Jóanes Erik eru, at  hann er skilagóður, objektivur sum fáur og dugir at hugsa strategiskt og menniskjaliga. Øll trý sjúkahúsini vóru tikin við uppá ráð, og ein góð tilgongd var júst byrjað, nú henda óvæntaða uppsøgnin kom. Tí harmar tað starvsfólkini á matriklinum Klaksvíkar Sjúkrahús almikið, at henda støðan er íkomin.

Tað er ikki bara bara at reka eitt so komplekst og stórt øki, har so ymiskir fakbólkar starvast, siga starvsfólk á KS, sum ynskja, at Jóanes Erik kemur aftur í stólin at sita fyri at halda fram við tí arbeiði sum júst er lagt á skinnarar saman við smærru sjúkrahúsunum.

Jákup Mikkelsen, løgtingslimur úr Norðoyggjum, er alt annað enn nøgdur við ta sera óhepnu handfaring, sum okkara sjúkrahúsverk fær av landsstýrinum og Heilsumálaráðnum:

– Eg vil mæla til, at vit á Føroya Løgtingi taka hetta málið upp til álvarsama viðgerð, tí her er nakað grundleggjandi galið, tá ið ein væl lýddur stjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya so brádliga leggur frá sær eftir bert 14 mánaðir í starvinum, sigur løgtingsmaðurin, sum heldur ikki góðtekur, at Heilsumálaráðið drálar longur við at lýsa eftir nýggjum stjóra fyri KS.

Harleyfacadeacryl