Ikki einans fiskivinnan er umboðað, hóast messan ber seafood í navninum. Stevnan er nevniliga eisini fyri tænastuveitarar, og millum tær tænastufyritøkur, ið hava tikið av og hava flogið til Barcelona, er føroyska fyritøkan MP Teknik, sum á fiskivinnustevnuni er umboðað av Pæturi Gerðalíð.
– “Tað eru nokk nógv, sum spyrja, hví ein tænastufyritøka sum okkara er við á Seafood Expo. Vit hava sjálvandi ongar kundar at tæna her í Spania, men vit hava fleiri veitarar her, eins og samstarvspartnarar, tá tað kemur til útgerð, software og ymiskt annað. Har er ein básur, ella rættari sagt ein teknikk-høll, til veitarar eisini, og tveir av okkara veitarum eru har. Tí gevur tað meining fyri okkum at vera við”, sigur Pætur.
– “Vit vita væl, at teir eru her fyri at selja fisk, og vit skulu nokk ikki forstýra teir í tí. Vit møtast við føroyingunum, sum eru her, og vit møtast við okkara veitarum”, sigur hann, og leggur afturat, at teir eisini royna at finna onkrar nýggjar fyritøkur. Góður marknaður er fyri tí.
Um MP Teknik sigur Pætur Gerðalíð, at “Høvuðsvøran hjá okkum er tænasta, og tí eru vit stoltir av. Okkara produkt er tænasta. Tað er til dømis at skapa eina loysn fyri kundan; um kundin spyr um eina loysn, so eru nøkur umboð, ið gera vørurnar, og vit snikka so loysnina saman. Tað er rættiliga kreativt og spennandi uppá tann mátan”.
MP Teknik veitir eina langa røð av tænastum og loysnum, men teir gera serliga nógv við brúgvaútgerð til skip og fóðurútgerð til alivinnuna. Fóðurútgerðin er størsta segmentið hjá MP Teknik, ið eisini hevur nakrar einstakar kundar uttanlands, men fokusið er á Føroyar. Onkrir spennandi stórir kundar uttanlanda hava bankað uppá, avdúkar Pætur.
Fyritøkan MP Teknik varð stovnað í 2004, og tey eru umleið 30 starvsfólk. MP Teknik er skipað í 2 deildir, men fyritøkan hevur bygningar í Klaksvík, Suðuroy og Tórshavn, umframt goymslubygning í Funningsfirði.
Tað nýggjasta í fyritøkuni, sum Pætur Gerðalíð avdúkar, er, at tey hava gjørt eina spennandi avtalu við eina norska fyritøku, ið eisini hevur føroyskar eigarar. Fyritøkan eitur Fluctus og mennir fóðurskipanir, fóðurflakar og stýringarskipanir til alt tað, sum hevur við fóðring í alivinnuni at gera, bæði á sjógvi og landi. MP Teknik verður nú teirra agentur í Føroyum og Íslandi.
MP Teknik samstarvar m.a. við Faroe Sea, ið mennir kamerasoftware til fóðurteljingar, og eisini kemur MP Teknik nú á marknaðinum við einum nýggjum produkti, sum er ment í Føroyum av føroyskum produktmennara.
Alt í alt er MP Teknik ein fyritøka í rívandi menning og við eini spennandi framtíð.



